icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hvat segði advokaturin við Kringvarpið?

John William Joensen

Smb. útvarpstíðindasendingini 28.11. kl. 18 vóru tey stórtíðindi borin, at løgmaður hevur ikki hildið notatskylduna. Grundarlagið undir søguni, sum fekk gott pláss í útvarpinum og sjónvarpinum, var ein samrøða við kenda advokatin í sendingini \”Radaranum\”

Smb. útvarpstíðindasendingini 28.11. kl. 18 vóru tey stórtíðindi borin, at løgmaður hevur ikki hildið notatskylduna.

Sama søgan er eisini at finna á heimasíðuni undir yvirskriftini ”Advokatur: Løgmaður ikki hildið notatskylduna.”

Brotið kann hoyrast her:

http://kvf.fo/netvarp/uv/2013/11/28/advokatur-lgmaur-ikki-hildi-notatskylduna

Men hvat SEGÐI advokaturin?

Tíðindini eru bygd á innslag í sendingini ”Radarin”, ið var at hoyra mikumorgunin, har samrøða var við Jógvan Elias Winther Poulsen, advokat um m.a. alment innlit, notatskyldu og málið um fundin, ið løgmaður hevði við umboð fyri CIP 26 og 27 juli.

Sendingin er at hoyra her:

http://kvf.fo/netvarp/uv/2013/11/27/radarin-mvg-broytingar-elva-til-svart-arbeii

HETTA segði advokaturin:

Samrøðan við JEWP er frá 33:30 til 1:00:25 og ”Aktuella málið”, sum KVF-verturin kallar tað, verður viðgjørt frá 51:26 til 58:08.

Í teir 6 minuttirnar og 42 sekundini sum tann parturin av sendingini varir, sigur JEWP seg IKKI duga at síggja nakað galið, og tvær reisur at løgmaður HEVUR hildið notatskylduna.

Hann sigur m.a.:

53:14 – ”Sum eg dugi at síggja, so heldur hann notatskylduna …”

56:04 – ”Hvissi hetta er tað sum er hent á hasum fundinum sum løgmaður hevur havt tann 26 og 27 juli, so dugi eg ikki at síggja nakað galið í tí …”

56:33 – ”Hvissi hetta er tað sum er journaliserað í málinum har úti í Tinganesi, og hatta er tað sum er hent á fundinum, so haldi eg at løgmaður her vísir at hann faktiskt heldur notatskylduna …”

Harumframt sigur JEWP í avsluttandi viðmerkingunum, har tikið verður saman um, at sum heild sær tað bara gott út:

59:08 – ”Og her sær man jú eisini tað, at tað skuldi bara verið, tað skuldi bara mangla tað, at so eisini løgmaður, kanska 4 mánaðir seinni, aftaná at hann hevur havt ein fund, men hann heldur notatskylduna her, so uppá tann mátan eru vit kanska á rættari leið. Eg haldi at sum heild sær tað gott út, tað haldi eg …”

Kringvapið og ógvusligar yvirskriftir 

Tað kann tykjast rættiliga løgið, at til ber EINANS at fáa niðurstøðuna at løgmaður ikki hevur hildið notatskylduna, burtur úr omanfyri standandi, og slepst ikki undan at vit eins og lesarin standa spyrjandi? Í hesum føri tykjast yvirskriftirnar ikki at standa í mát við innihaldi í tí sum var sagt. Men kanska er júst innihaldi ikki áhugavert longur?

Harleywoodpaint