Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hvat segði hin lítla

John William Joensen

Ja nú høggur Eyðgunn Samuelsen ordiliga eftir mær, æntin hennara boðskapur er lygn ella sannheit hevur ongan tídning fyri hesa nývaldu damu, hon kann so væl siga frá hvør hesin Sandoyggja maðurin er, hóast hon ikki hevur kent hann í meira enn nakrar mánaðar, sigur sandoyartingmaðurin m.a., sum eisini ákærir Eyðgunn fyri at hava svikið fiski- og veiðimannin í norðoyggjum

Henda daman vil hava fólk at skilja, at Gerhard Lognberg ikki vil hava tunnil um Skopunarfjør.

Síðan citerar hon tað sum passar henni best úr avtaluni, ósannheintin verður bara langa út, nevnir einki um alt tað ósikra í avtaluni.

Eg skal taka nøkur brot úr brævinum eg fekk frá løgmanni um tunnilssemjuna.

Jóhannis Eidesgaard skrivar og eg citeri orðarætt:

Eg havi viðgjørt málið í lítlu samgongu, har tvey úr tunilsnevndini vóru við. Eftir at eg hevði fingið tað nágreina frá formanninum í tunnilsnevndini Bjørt Samuelsen.

Har avtræt havi eg viðgjørt málið við starvsnevndina hjá Javnaðarflokkinum, tingbólkinum og landstýrisfólkunum.

Citat slutt!

Síðan skrivar løgmaður til mín, fyrispurningur tín er um byrja verður at bora í nov/des 2010 og um so er, at hetta verður við lóg.

Løgmaður svarar:

Nevndin metur hetta er eftir fíggjarlógina í 2011.

Víðari svarar løgmaður, tað verður sostatt ikki lógarfest at byrja verður í desember í 2010, men tá í minstalagi 150 mió eru í felagnum.

Løgmaður heldur fram:

Í hvønn mun hetta fer at samsvara við tunnilssemjuna er sjalvsagt búskapargongdin í samfelagnum

Citat slutt!

Víðari verður sagt:

Vit vera altíð noydd at reka samfelagið á forsvarligum støði, tí verður dagsetan ikki sett í.

Her er púra greitt at semjan er ikki bindandi á nakran hátt, man kann altíð snúgva sær við búskapinum sum undanførslu, hóast at landið eigur grunnar, sum nógvur peningur er í og landið er væl fyri fíggjarliga.

Víðari svarar løgmaður, eg citeri:

Tú spyr hvør tunnil skal gerast fyrst. Út frá einum fíggjarligum sjónarmiði, er skilabest at gera Skalafjarðatunnilin fyrst, tí henda ætlan fer at fíggja seg sjálva og fer at kasta so mikið at peningi av sær, at sum frálíður fer landskassin at nýta vinningsbýtið til aðrar verkætlananir, eitt nú Sandoyartunnilin. Legg tað tilmerkis!

Víðari sigur løgmaður:

So statt bendir mangt á, at Skálafjarðatunnilin verður tann fyrri.

Citat slutt!

Løgmaður heldur fram:

Undir ongum umstøðum kan sigast, at báðar verkætlanirnar vera samstundist, men kunna umskarast.

Citat slutt!

Víðari sigur løgmaður:

Alt hetta er tað mest ítøkiliga í hagartil er fingið til vega.

Citat slutt!

So Eyðgunn Samulesen royn og hald teg til sannleikan, Sandoyar tunnilin er samtyktur á tingi við 26 atkvøðum at byrja 1/11 2009 og skal fíggjast yvir fíggjarætlanina.

Minnist nú til at tað er hetta, sum tit krevja av mær, at eg skal vera við til at avtaka við lóg aftur. Minnist til tað!

Men Eyðgunn Samulelsen! Tað hevði sømt seg betur fyri teg, at kempa fyri umstøðunum hjá tí meiniga føroyinginum heldur enn at briksla mær, at eg ikki havi møtt á tykkara sokallaður fundir í tingmanningini. Hetta er partvist rætt, mín hugur hevur ikki verið at fundast um eitt mál, sum tit ikki vildu kennast við.

• Tú skuldi heldur siti og passa uppá til dømis fiskidagarnar, einki orð frá Eyðgunn Samuelsen, hóast Klaksvík er stórsti fiskibýur í Føroyum og hevði hetta fingið avleiðingar fyri tína bygd. 

• Einki orð frá Eyðgunn Samuelsen tá signalini fóru út um landið at sjómansfrádrátturin skuldi vekk 

• Einki orð frá Eyðgunn Samuelsen tá signalið fór út at serfrøðiligur bólkur settur av landsstýrinum segði at pensjónsaldurin skuldi upp. 

• Eyðgunn Samuelsen kempaði fyri at útlendingar, sum koma til landi skuldu hava betur umstøður enn verkafólkið í okkara landið, nemliga útlendingarnir skuldu vera fastløntir, men tann føroyski verkamaðurin hevur ongan tídning. Eg var einasti í atkvøddi ímóti og Katrin Dahl Jacobsen blankt og Katrin takk fyri tað.

Men tað var Gerhard Lognberg saman við Heina O. Heinesen sum fingu í samgonguskjalið, at vit skuldu byggja trygdarmiðstøð í Klaksvík, soleiðis at okkara sjófólk kunnu upplærast so gott sum gjørligt, so teirra arbeiðspláss kundi vera so trygt sum gjørligt.

So halt tú bara fram við at ganga á fundi í tingmanningini, har kunnu tit so sita og nikka til alt sum verður sagt, uttan at kritisera nakað.

Annars sat eg einsamallur í køkinum nú konan er á flatlondum og ferðast og eg má kempa ímóti tí nýggja rakinum í Javnaðarflokkinum.

Hurðin brestir upp á bak og inn kemur lítla abbadóttir mín við sínum vakra purlutta hárið, hon grýtur mær postin, hon hevur verið í postkassanum, áðrenn hon kom inn. Síðan leggur hon so braneggja avtræt, er tað sannheit at ommurnar og abbarnir í havnaflokkinum hava tveitt teg úr kaffistovuni í løgtinginum.

Eg sissaði hesa lítlu og segði tað eitur ikki havnaflokkinum, men Javnaðarflokkurin, men helt eg víðari nei góða kantinan er nú einasta tilhaldstað hjá abbanum, tí hini skulu ikki órógvast, tí tey hava fund í tingbólkinum. Tann lítla helt heldur syrgin, hava tey altíð fund, ja vælsignaða altíð.

Síðan segði eg hesu lítlu, at abbin hevði sæð betri dagar í flokkinum. Og royndi at tala í eini mynd fyri hesu lítli. Jú nógv er broytt síðan míni gomlu flokksfelagar og vinir ikki meira mynda tingbólkin.

Tá Hendrik Old sat við rórið harðmæltur, sum ein útnorðringsódn, men erligur sum fáur.

Kristian Magnussen við dragi, bakkaði ongantíð fyri at geva einum sannleikan at hoyra.

Sverri Midjord við sínum so ofta beinraknu viðmerkingun, sat á toftini ella tann vinarligi Vilhelm Johannesen stóð í skutinum og peikaði hvar fragast var at lenda.

Ella tá varðamaðurin Dan Reinert Petersen plagdi at loysa av og metti at kanska skuldi kumpassin rættast.

Men góða, kanska fer alt at blíva til tað besta, síðan skonkti eg okkum báðum ein temunn og eina breyðflís aftur við og henda 5 ára gamla fór útaftur

Til síðst, haldi tykkum til tað lóg, sum er samtykt í løgtinginum og verji tann meiniga mannin í okkara landið, tá høvdu allir stormar lagt seg og tokið hevur koyrt viðari

Við javnaðarkvøðu

Gerhard Lognberg
løgtingsmaður