Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hvat skal frítíðarøkið úti í Grøv brúkast til?

John William Joensen

Klaksvík og fyri tann skuld Norðoyggjar hava fingið eitt sera hugnaligt og hartil viðkomandi frítíðarøki úti í Grøv.

Ymisk tiltøk hava verið fyriskipaði á staðnum og øll hava verið sera vælegnað.
Staðið er sera vakurt og vælegnað til ymisk tiltøk, ið ikki slíta ov nógv á vøksturin og tað, sum annars er har á økinum.
Men tá ein skal loyva tiltøkum í einum slíkum øki, ið er lagt út til fríøki, so er vandi fyri at fyriskipaðu tiltøkini alsamt títtari koma fyri og ikki minst, at luttøkan av áhoyrarum, áskoðarum og kanska luttakarum økist.
Vit eiga tí at fara sera vandaliga um, hvørjum vit loyva í økinum.
Í hesum døgum skal Nordvestentiltakið skipa fyri onkrum í gomlu svimjihyljunum úti í Grøv. Hetta hevur verið gjørt fyrr og higartil hava vit ikki hoyrt um at eitt slíkt tiltak hevur slitið ov nógv uppá umhvørvið har, men tó er tað soleiðis, at myndugleikarnir hava sagt nei til eina konsert, ið ætlanin var at fyriskipa á økinum.
Tá vit nú hava fingið eitt so snotuligt øki úti í Grøv til borgararnar í Klaksvíkar Kommunu og gestir okkara, so eiga vit eisini at gera pappírsarbeiðið eins væl liðugt og tað handaliga arbeiðið er gjørt liðugt úti í Grøv.
Tey, ið sita við ábyrgdini av økinum vegna borgararnar, eiga at gera eina reglugerð fyri økið, sum verður kunngjørd almenninginum á ein ella annan hátt.
Tað er umráðandi, at fyriskiparar av tiltøkum og onnur alla tíðina vita, hvat frítíðarøkið úti í Grøv kann brúkast til. Tað kann ikki vera soleiðis at ruðuleiki valdar í fyrisitingini av økinum, soleiðis at ikki fastar reglur eru fyri hvat eitt av okkara vakrastu økjum kann brúkast til.
Tað eru ikki bert tiltøkini við tónleiki og øðrum, sum reglur eiga at gerast fyri, men eisini eigur at vera fyriskipað hvør aktivitetur kann vera í ánni, nú sílini í stórum tali eru við at leitað sær aftur til ánna úti í Grøv.