Nú er skjótt eitt hálvt ár farið síðan stovningardagin, og hvat er komið burturúr? Hvat vilja tey í felganum?
Áhugafelagið Spinnaríið var sett á stovn í september 2022 við tí endamálið at virka og spinna føroyska ull í einum húsi, sum vísir søguna um ullavinnuna í Klaksvík og gevur kreativum og listarligum fólki møguleika at arbeiða, læra, granska og skapa.
Í samband við listaframsýning við verkum eftir Óla P. og Amariel Norðoy, sum verður í Spinnarínum Torradagavikuna, og sum letur upp í dag kl 18, fer nevndin í Áhugafelagnum Spinnaríið eisini at kunna um visiónir og ætlanir.
Kunningartilfar við myndum, filmi og teksti verður tøkt, meðan framsýningin er opin. Komið á gátt, kannið ítøkiligu ætlanirnar, fáið eitt gott prát, og teknið tykkum sum lim í felagnum.
Verið vælkomin í Spinnarínum týskvøldið 21. februar kl. 18.
Framsýningin verður opin til og við leygardag 25. februar, allar dagarnar frá kl. 16 – 20.
Lesið Torraskránna HER










