Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hvat skulu vit gera við landsliðið?

John William Joensen

Føroyar eru seinastu 6-7 árini dotnar av 109. plássi á FIFA-listanum niður á 169. pláss. Veruleikin er, at landsliðið er munandi verri, enn tað var, og tí mugu vit aftur til útgangsstøðið fyri 16 árum síðan. Vit mugu verja og síðan spakuliga ota okkum fram eftir vøllinum, tá tað er ráðiligt

Uni Arge, fyrrverandi landsliðsleikari skrivar:

Sum øll onnur fái eg ilt í hjartað av at síggja landsliðið í hesum døgum. Eg harmist um stórtapini og skammist eisini eitt sindur, tí tá so illa gongst í hond, so minkar virðingin fyri føroyskum fótbólti og ikki minst Føroyum sum landi. Tað kunnu vit ikki góðtaka, og tí eiga allar góðar kreftir at virka fyri, at vánaligu úrslitini halda uppat.

Eg spældi sjálvur við landsliðnum í tíðarskeiðnum frá 1992 til 2002. Vit taptu stórt onkuntíð, men fingu eisini óføra góð úrslit ímóti stórum tjóðum. Sum tíðin gekk upp í gjøgnum 90ini, minkaðu tapini ímóti størstu tjóðunum alsamt. Støðuga menningin var eyðsýnd. Vit vardu betur og betur og skoraðu altíð okkurt mál.

Í dag er tryggleikin, ið sást á landsliðnum tá, horvin. Okkara menn stríðast ikki serliga nógv. Verjan er opin. Uppspælið er ósannførandi, og álopsspælið er tannleyst. Landsliðið er ikki longur nøkur samansmíðað eind, ið tú kanst rokna við. Liðið er nú nakrir einstaklingar, ið annaðhvørt eru skeivt plaseraðir, óbúnir til landsliðspláss ella bara ráðaleysir.

Fleiri hava sagt, at venjarin hevur alla ábyrgdina av vánaligu gongdini. Tað er hart sagt. Jógvan Martin Olsen hevur stórt innlit í fótbólt. Hann hevur eisini nógvar royndir sum hjálparvenjari á landsliðnum. So hann er ikki ódugnaligur. Tvørturímóti er hann ein kompetentur fótbóltsvenjari, sum veit, hvat hann tosar um.

Men spurningurin er, um hann er rætti høvuðsvenjarin. Tá Føroyar fóru upp í altjóða fótbólt, gjørdi FSF tað einasta rætta og fekk fatur á einum krígsmanni sum Páll Guðlaugsson, ið kundi geva bangnu føroysku spælarunum trúnna uppá, at teir dugdu nakað. Tað var rætt tá. Tá so menningin skuldi halda fram, var Páll ikki tann rætti longur, og FSF setti eitt heimsnavn í venjarasessin.

Tann avgerðin var eisini røtt. Sum persónur var Allan Simonsen heldur innisælur og trupul at samskifta við, men fótbóltsskil hevði hann, og eg tori at pástanda, at líkamikið hvussu illa mannað landsliðið var, so fekk hann altíð optimalt burturúr. Burtursæð frá, at hann viðhvørt var ov varin frameftir, so setti hann sum oftast rætta liðið.

Summi hava kanska gloymt, hví Páll Guðlaugsson gavst sum venjari. Tá veitslurúsurin eftir dystirnar í 1990 og 1991 hevði lagt seg, kom landsliðið í ein aldudal í 1992 og 1993. Vánaliga gongdin stóðst av, at liðið skifti manning. Teir royndu góvust, og nýggir mans tóku við. Hetta gekk illa í fyrstani. Í HM-kappingini tá fingu vit bara eitt mál og onki stig. 38 mál vórðu skotin ímóti okkum.

FSF sá, at skuldi liðið fáast á føtur, mátti okkurt álvarsligt gerast, og tí varð Allan Simonsen settur. Landsliðið tapti fleiri ferðir stórt, tá Allan var byrjaður. Finnland og Grikkaland vunnu lættliga 5-0 á Føroyum. Skotland vann 5-1, Spania vann 6-2, og Russland vann 5-2. Gongdin var ofta, at tann fyrsta tíman var landsliðið væl við. Men síðsta hálva tíman raplaðu málini inn, og tí endaðu dystirnir ofta við stórtapi.

Hetta batnaði tó alt sum fráleið. So hvørt sum nýggja ættarliðið av spælarum, Todi, Óli, Øssur, Uni, Jens Kristian, Jákup, John, Pól, Allan, Julian, Henning og allir hinir, komu í bestu fótbóltsár, vunnu vit á smátjóðum sum San Marino, Malta, Estlandi, Liktinstein og Luksemburg, spældu javnt ímóti meðaltjóðum sum Litava, Bosnia, Skotlandi, Slovenia og Svøríki og taptu tepurt ímóti Tjekkia, Russlandi, Danmark, Sveits og Slovakia.

Landsliðið hevði hesi árini eina stammu við nøkulunda javngomlum spælarum, sum mentust saman. Organisatiónin var góð. Trúgvin á, at vit kundu fáa mál, var altíð til staðar. Og konditiónin var sera góð, tí nógvir av spælarunum høvdu fótbólt sum livibreyð uttanlands. Eina tíð spældu vit 10 uttanlands av 18. Í Skotlandi leygardagin vóru allir 11 frá byrjan heimaspælarar.

Bara hetta vísir, hvussu nógv er broytt. Vit hava ikki sama tal á spælarum uttanlands sum fyrr. Vit hava væl færri profilar á landsliðnum, sum vita, hvat skal til fyri at standa seg millum menn. Heimligu spælararnir eru ikki undir nóg stórum trýsti hvørt vikuskifti til, at tað brynjar teir til at standa seg í landsdysti, og fleiri teirra eru eisini um ein háls, tá lopið verður á føroyska málið.

Tað er ein trupulleiki í sjálvum sær, at teir royndu spælararnir eru givnir, og at eitt ættarliðsskifti fer fram í løtuni. Støðan nú minnir nógv um støðuna í 1993. Men hetta er ikki einasti trupulleikin. Ein nýggjur trupulleiki er sjálv úttøkan. Í dag hendir tað ferð eftir ferð, at spælarar verða úttiknir, sum tú nóg illa hevur hoyrt um, og sum als ikki hava útmerkað seg í heimligu kappingini tíansheldur uttanlands.

Hetta hevði ikki hent, um Allan Simonsen var venjari. Hann plagdi at siga, tá fjølmiðlarnir vildu hava onkran á landsliðið, sum hevði spælt væl okkurt vikuskifti, at ein góður dystur var ikki nóg mikið til at sleppa á landsliðið. Prógvaði ein spælari sínar dygdir í landskappingini 4-5 dystir á rað, so skuldi hann sleppa á landsliðið, segði hann. Ikki fyrr enn tá.

Henda meginregla er sjálvsøgd í mínari verð. A-landsliðið er bara fyri teir bestu, júst tá landsliðið verður úttikið, og ikki nakað fótbóltsskúlaprojekt, ið skal eydnast um tvey ella trý ár. Um nakrir lovandi ungir spælarar sprakla nakrar ferðir í landskappingini, kunnu teir sleppa á landsliðsbonkin at snodda til atmosferuna. Men tað er váðaverk at seta allar inn á liðið beinanvegin, bara tí teir eru talent.

Her haldi eg, at Jógvan Martin vísir størsta veikleikan. Nógvar av spælarunum, hann hevur sett sítt á álit á, kennir hann frá yngri landsliðum, og onkrar hevur hann tikið nærum beinleiðis av U17 og U19 upp á a-landsliðið. Tað vil siga, at teir hava fingið frípláss á a-landsliðnum, áðrenn teir hava prógvað sínar dygdir í landskappingini millum royndar menn. Teir hava nóg illa fingið eina mannfólkatakkling, áðrenn teir verða tveittir fyri heimsstjørnur!

Eg havi eisini hug at fýlast á teir eginleikar, nógvir fótbóltsvenjarar nú á døgum leggja dent á, tá teir tosa um, hvat ein góður spælari er. Í dag siga teir ofta, at ungir spælarar eru framúr góðir, tí teir hava teknikk til at taka bóltin rætt niður og duga einar tríggjar fintur. Trúttað verður eisini áhaldandi niður í hesar spælararnar, at teir eru teir bestu, sum nakrantíð hava verið.

Eg pástandi, at hendan trúttanin er skaðilig. Um tú sum 19 ára gamal fært at vita, at tú ert ein liðugt ment stjørna, so sovnar tú mentalt, tí hvat er tá eftir at uppnáa? Eg taki heldur ikki undir við, at bara tí ein spælari er tekniskur, so er hann góður. Hvat nú, um hann samstundis er seinur? Hvat nú, um hann onki temperament hevur? Hvat nú, um hann altíð hvørvur í mótgangi?

So nyttar hann jú onki! Tú kanst saktans hava nakrar tekniskar spælarar rennandi á vøllinum, sum sprella í viðgangi, men svíkja í mótgangi. Hesir spælararnir mangla uppaling um, hvat tað er at taka ábyrgd, og eiga at verða ristir niður úr høgu greinini, so meira nytta fæst burtur úr teimum. Men ofta tykist tað sum, at allir skulu kínast eftir hárinum. Onki má sigast kontant longur.

Men lívið á landsliðnum er júst kontant. You are on your bloody own, tá Spania kemur spolandi oman ímóti málinum. Og tí mást tú vera til reiðar. Venjararnir heima í feløgunum og landsliðsvenjarin skulu gera spælararnar til reiðar. Teir skulu brynja spælararnar mentalt til altjóða fótbólt og ikki bara vera fittir. Fortel teimum sannleikan um veruliga lívið á hóskandi hátt!

Sjálvur havi eg altíð spælt sum áloypari, og eg undrist hvønn dag á, hvar allir teir kompromisleysu áloypararnir eru farnir. Tey plaga at siga, at spælarar sum Bergur Magnussen, Kurt Mørkøre, Uni Arge, Súni Fríði Barbá, Gunnar Mohr og Jan Allan Muller vóru veruligir áloyparar. Hvar eru hesar typurnar í nýggja ættarliðnum av spælarum? Síggjast tær longur á vøllunum?

Ógvuliga sjáldan. Tann klassiski áloyparin er horvin, og eg haldi, at venjararnir hava ábyrgdina av hesi gongd, tí fótbóltsvenjing í dag er standardiserandi. Allir skulu duga tað sama, og ongin skal skilja seg burtur úr mongdini. Leggja vit so tað aftrat, at teir, sum spæla í dag, eru uppvaksnir í barnagarði, so er ikki nógv temperament eftir í monnum. Alt er áh so hampiligt og líka.

Eg skal sjálvandi ikki kasta barnagørðunum fyri, at landsliðið tapir so stórt í dag. Men eg beri hetta fram, tí eg leiti eftir eini forkláring uppá, hví færri og færri spælarar við temperamenti og vinnaravilja síggjast á vøllunum. Verða teir alt ov tíðliga tamdir til at vera fittir menn, ið klára seg væl sosialt, men sum fána burtur, tá brúk er fyri teirra mannligu frumkreftum?

Eg veit tað ikki, so eg spyrji. Eg sigi sum sagt heldur ikki, at Jógvan Martin Olsen er ein vánaligur landsliðsvenjari, men spyrji, um hann er tann rætti. Henrik Larsen var ein endurtøka av konseptinum við Allan Simonsen. Hann var eitt evropeiskt navn. Hendan endurtøkan gekk nøkulunda. Vit fingu alt ov fá stig, men maðurin var bæði dámligur og hampiliga kompetentur.

So skiftu vit FSF-formann, og vit fingu eina føroyska loysn. Henda loysnin var skeiv, um FSF vildi geva landsliðnum nýggjan íblástur, eins og FSF gjørdi við Allan Simonsen í 1993, tá mest var brúk fyri tí. Eg haldi, at betri hevði verið at farið eftir einum breta við kontinentalari fótbóltsfatan, sum kundi fingið landsliðið at spælt og stríðst í senn, tí í løtuni ger liðið hvørki. Tað flákrar onkustaðni mitt ímillum.

Sum støðan er vorðin, haldi eg, at Jógvan Martin skal fáa tveir kjansir aftrat. Tað svarar til teir báðar dystirnar, sum eftir eru í ár. Fær hann skútuna á beint aftur, eigur hann at halda fram. Ger hann ikki tað, mugu boð sendast eftir fyrrverandi skotska landsliðsvenjaranum, Craig Brown, ið á egnum kroppi hevur kent, at føroyingar duga at spæla fótbólt. Tað kundi verið ein nýggj byrjan.

Føroyar eru seinastu 6-7 árini dotnar av 109. plássi á FIFA-styrkilistanum niður á 169. pláss. Veruleikin er sostatt, at føroyska landsliðið er munandi verri, enn tað var, og tí mugu vit aftur til útgangsstøðið fyri 16 árum síðan, tá alt byrjaði. Vit mugu verja og síðan spakuliga ota okkum fram eftir vøllinum, tá tað er ráðiligt. Sum rættir menn! Tí æran hjá einum heilum landi stendur upp á spæl.