Føroyingar eru ikki heilt samdir um, hvat flagg okkara, Merkið, stendur fyri
Í samband við flaggdagshaldið vóru ymiskar røddir frammi um, at sjálvstýrisvongurin í Føroyum hevði tikið sær einarætt til Merkið. Eg dugi ikki at síggja, at tað er so, tí tað tykist sum um, at allir føroyingar eru samdir um, at Merkið umboðar føroyska samleikan. Altso: tað er ein semja um Merkið millum allar føroyingar; men semjan fevnir bert um, at Merkið umboðar føroyska samleikan.
Men fyri tey, sum ynskja, at føroyingar skulu fáa ræði í egnum landi, umboðar Merkið umframt føroyska samleikan eisini nakað meir, nevniliga
1. at Føroyar er land føroyinga – at føroyingar og eingin annar hevur frumburðarrættin og ognarrættin til Føroyar
2. at føroyingar sjálvir hava rætt til at umboða Føroyar við Merkinum úteftir – yvir fyri øðrum londum. At Merkið eigur at vera einasta flagg, sum umboðar okkum úteftir
Allir føroyingar eru ikki samdir um omanfyri nevndu tvey punkt.
Samríkisfólkið í Føroyum hevur eina heilt aðra fatan enn tey, sum vilja fult frælsi fyri Føroyar.
Lat okkum taka tað fyrra punktið fyrst.
Men hetta gáar samríkisfólkið í Føroyum ikki eftir, ella tey vilja ikki vita tað. Tey meta ikki at frumburðarrætturin til Føroyar er í Føroyum. Tey meta, at hann liggur niðri á Christiansborg. Tey síggja Føroyar sum danskan landslut og føroysku tjóðina, ikki sum sættu norðurlendsku tjóðina, men sum ein tjóðskaparligan minniluta í danska ríkinum. Hetta er júst sama sjónarmið, sum danska stjórnin hevur. Tað eru menninir og kvinnurnar niðri á Christiansborg Fólkatingið – sum hevur frumburðarrættin og ognarrættin til Føroyar. Tey hava evsta valdið yvir Føroyum ídag, og tað skulu tey eisini hava í framtíðini. Gud náði tann, sum setir spurnartekin við danska valdið í Føroyum, og sum vágar sær at tala um at fáa valdið til Føroyar.
Vit sóu øll, hvat hendi, tá ein ætlan og ein orðing um Føroyskt fullveldi yvir Føroyum gjørdist ein týdningarmikil partur av einum samgonguskjali í 1998. Reaktiónin var ógvuslig og áhaldandi. Ekta sorg og vreiði, sum var so sterk, at hon ávirkaði hvørt mansbarn í Føroyum. Hundraðtals greinir og tekningar í bløðunum vitna um hetta. Hetta var ein reaktión, sum vísti púra greitt, at samríkisfólkið í Føroyum eru brennandi danskir nationalistar, sum síggja danska valdið í Føroyum sum meir ella minni heilagt.
Hjá hesum føroysku samríkisfólkunum er støðan tí sera greið. Eitt føroyskt flagg kann ikki umboða ein føroyskan frumburðarrætt og ognarrætt til Føroyar, tí tey halda ikki, ein føroyskur frumburðar- og ognarrættur er til. Eitt flagg kann ikki umboða nakað, sum ikki er til. Tá frumburðarrætturin liggur niðri á Christiansborg, ja so má tað vera danska flaggið, Dannebrog, sum umboðar hann.
Viðvíkjandi rætti okkara til at umboða okkum sjálvi allastaðni í altjóða høpi við Merkinum er tað sama galdandi sum við ognarrættinum til landið. Vit mugu staðfesta
- at samríkisfólkið í Føroyum viðurkennir ikki Føroyar sum tjóð við tjóðarrættindum í altjóða høpi, men bert sum tjóðskaparligan minniluta í danska ríkinum
- at núsitandi løgting fyri nøkrum fáum mánaðum síðan samtykti uttanríkispolitisku heimildarlógina, har tað beinleiðis stendur, at Statsrættarliga eins væl og fólkarættarliga er Kongaríkið Danmark eitt fólkarættarsubjekt. Á vanligum føroyskum merkir hetta, at tað er ein tjóð í tí danska kongaríkinum tann danska. V.ø.o. er tann føroyska tjóðin ikki til. Hetta samsvarar als ikki veruleikanum, men slíkir smálutir tykjast ikki at órógva meirilutan hjá núverandi samgongu í løgtinginum. Við at viðtaka hesa lóg hevur Føroya Løgting staðfest, at tann føroyaska tjóðin er ikki til. Ein kann siga, at Føroya Løgting við hesum hevur avtikið ta føroysku tjóðina. Løgtingið er hervið farið í part við samríkisfólkunum og teirri donsku stjørnini. Og danska stjórnin hevur kunngjørt hesa lóg um allan heim.
At nýta Merkið til at umboða Føroyar allastaðni í altjóða høpi, var annars eitt av teim málum, sum var nógv til umrøðu í orðaskiftinum um fullveldisætlanina, sum kom fram í 1998. Og tað vísti seg eisini, at meiningarnar í føroyska samfelagnum samsvaraðu væl við tað, sum omanfyri er ávíst. Reaktiónin móti at nýta Merkið í altjóða høpi var ógvuliga hørð. Samríkisfólkini fóru upp á bakbeinini og gjørdust óð.
Ein teirra var leiðari Javnaðarfloksins. Hann var bæði keddur og vreiður og bleiv ikki liðugur at háða og gera gjøldur burtur úr, at føroyska flaggið, Merkið, møguliga fór at blaktra millum onnur tjóðarfløgg við ST-høvuðsborgina í New York. Ein møgulig føroysk flaggstong í New York varð gjørd til láturs. Kann nakar ímynda sær, at hesin maður, sum er okkara núverandi løgmaður og tá var valdur fólkatingslimur, av Fólkatingsins røðarapalli hevði staðið og gjørt gjøldur burtur úr teirri donsku flaggstongini við ST-høvuðsborgina í New York? Nei og aftur nei. Til tess var og er virðingin fyri Dannebrog og donsku ST-umboðanini alt ov stór. Hinvegin er fyri føroyska Merkinum og eini møguligari føroyskari ST-umboðan so grundfest, at tað var og er gott latín at standa uppi á løgtingsins røðarapalli og gera gjøldur burtur úr flaggi okkara.
Samanumtikið kann tí sigast, at vit føroyingar eru samdir um, at Merkið umboðar okkara samleika, men fult samdir um Merkið kunnu vit ikki verða, soleingi vit ikki eru samdir um, hvussu vit skulu skipa okkum í mun til heimssamfelagið.
Fyri fullveldisfólkini – tey, sum ynskja at føroyingar skulu fáa fult ræði í egnum landi, og Føroyar verða viðurkendar sum fræls tjóð í heimssamfelagnum – er tað heilt eyðvitað, at føroyingar nýta Merkið til at umboða Føroyar allastaðni, heima eins væl og í altjóða høpi.
Fyri samríkisfólkini í Føroyum – tey sum ynskja, at Føroyar skulu gerast ein landslutur í tí danska ríkinum – er tað hinvegin skilvíst/logiskt, at Merkið verður nýtt heima í Føroyum, í túninum, at flagga fyri hvørjum øðrum við, meðan danska flaggið, Dannebrog, umboðar Føroyar í altjóða høpi. Við øðrum orðum: Føroyar fáa tvey fløgg Merkið sum landspartaflagg, Dannebrog sum ríkisflagg.
Samríkisfókini eru helst minni enn helmingurin av føroya fólki í dag, men gerast tey ein meiriluti, so er tað eysæð, at Føroyar verða innlimaðar í danska ríkið. Tá má ein rokna við dupultflagging í Føroyum. Merkið sum landspartaflagg og Dannebrog sum ríkisflagg. Verða so bæði fløggini fest til somu flaggstong, so hava vit júst somu flaggskipan sum í New Foundlandi, har teir hava dupultflagging: eitt New Foundlendskt landspartaflagg og haraftrat eitt Kanadiskt samveldisflagg.
Eg vil heita á samríkisfólkið í Føroyum at kanna New Foundland eitt sindur, fyri at finna út av hvat teir hava fingið burtur úr at lima seg inn í Kanadiska Samveldið í 1948 og teirra harav fylgjandi dupultflagging. Her bert tvey lykla-hagtøl/-upplýsingar. Várið 2005: 25% arbeiðsloysi. Oljuframleiðsla júst byrjað. Sambært ymiskum bygdaráðsformonnum har yviri fær New Foundlandska fólkið at kalla einki burtur úr. Kanadiska Samveldið tekur at kalla alt. Í øði og vónloysi høvdu ávísir bygdaráðsformenn rivið samveldisflaggið niður. Mundu teir fáa nakað burtur úr tí?
Jóannes Eliasen




