Tað verður komandi týskvøld 5. juli kl. 20, at danski stjørnufrøðinginum Lars Petersen, fer at hava ein sera áhugaverdan fyrilestur í Atlantis.
Heitið á fyrilestrinum er Summarstjørnur, og snýr seg um stjørnur, gongustjørnur, ið vit vanliga síggja á himnahválvinum um summarið.
Um summarið eru ikki nógvar stjørnur og gongustjørnur at síggja á himmlhválvinum, men tað eru tó einstøk klár himmallikam sum vit kunnu síggja. Í fyrilestrinum verður greitt frá, hvussu ein finnur hesi, og ymist annað áhugavert um stjørnufrøðina.
Eisini verður greitt frá um ta totalu sólarmyrkingina, ið verður í 2015, sum einans verður sjónlig í Føroyum og á Svalbard.
Eftir fyrilesturin verður orðið frítt, og møguleiki verður at seta stjørnufrøðinginum spurningar.
Fyrilestrartíð: uml. 1,5 tíma
Um Lars Petersen:
Lars Petersen er útbúgvin stjørnufrøðingur á Aarhus Universitet. Hann hevur arbeitt við fleiri observatiónsprogrammum á teimum Kanarisku Oyggjunum og í Chile. Hann starvast nú sum dagligur leiðari á Orion Planetarium í Suðurjútlandi, og hevur nógvar royndir við undirvísing í stjørnufrøði, fyrilestrarhaldari og hevur skrivað nógvar vísindaligar blaðgreinir um stjørnufrøði.
Sølan av atgongumerkjum er byrjað
Av tí at tað einans eru 100 pláss tøk í Atlantis, ræður um at gera skjótt av, um ein skal tryggja sær eitt atgongumerki.
Kostnaðurin fyri atgongumerki er kr. 50,-, og fáast hesi til keyps á Shellstøðini.




