Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hvat við at halda givin lyftir

John William Joensen

Hvat við at halda givin lyftir. Ella hvat við at læta verða við at lova tað, ein ikki kann standa inn fyri.

Hava politikkarar gloymt, at teir ikki eru valdir fyri lívstíð, men í veruleikanum í fíra ár (uppá lánta tíð, kundi ein sagt)
Um vit taka miðnámsskúlan í Suðuroy.

Grundøkið er byggibúgvið í Vági, men her skuldi so miðnámsskúlin ikki liggja, sjálvt um ítróttarvøllur og ítróttarhøll eru á staðnum. Nei, skúlin skuldi flytast til Hov.

Vábingar skuldu ístaðin fáa eitt ellisheim…. eina troystu-virðisløn, eg meini tað. Í dag er einki ellisheim í Vági og eingin miðnámsskúli Hovi. Men tvey byggubúgvin grundøki – Og í meðan ungdómurin í Suðuroy bíðar, tað dýrasta tilfeingið í oynni – ja, so verður tosa um eina nýggja suðurleið til Suðuroyar. Hvat við fyrst at halda givin lyftir?

Og hvussu er so statt í okkara høvuðsstaði, sama skilið.

Teir/tey fólkavaldu vilja øll byggja skúlar, tað verið seg studentaskúla, og ikki at gloyma vinnuháskúla – kunna bara ikki semjast hvar skúlarnir skulu liggja. Sum ein av næmingunum á tekniskaskúlanum í Havn, skemtandi helt fyri – høvdu tey fólkavaldu, av øllum illum givið lærarum og næmingum eina regnhettu, so høvdu vit sitið turrir inni tá tey ringastu ælini herjaðu.

Eitt meiri at kallað samt løgting, atkvøddi fyri einum undirsjóvartunnli til Sandoynna. Varð hettar bara gjørt fyri at fáa sær nakrar atkvøður – nú tikist sum alt er á gosið. Men tunnilin er samtyktur – Sandoyingar hava so ið hvussu er ikki feilin – ella er hettar bara skúlapakkin enn eina ferð?
Tað næsta ein fer at hoyra er, at føroyingar fara at byggja ein altjóða flogvøll og tað skulu vit, men meðan leita verður eftir hóskandi stað, verður ein fyribils flogvøllur bygdur á súlum oman fyri hægstu fjallatindar?.

Sær út sum at tað úinnandi valdið, er størsta hóttannin í móti øllum framburði í landinum,spell.

Jú, atkvøður kunnu verða dýrar, sera dýrar.
Tað er lætt at finnast at, men, her má vend koma í.

Við tjóðveldiskvøðu
olaf í garði joensen