Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hvat vilja vit við fótbólti í Klaksvík

John William Joensen

Síðan vit fóru um aldarskifið eru fýra út av fimm meistaraheitum vunnin av Havnarfeløgum, B36 tað eina og HB hini trý.

HB og KÍ verða mangan samanlíknað, tí undan vikuskiftinum stóð á jøvnum í meistaraheitum millum hesi bæði feløgini.
Men um hugt verður nærri eftir hesi samanbering so heldur hon als ikki í veruleikanum.
Tá KÍ í 50-unum og 60-unum vann meistaraheiti upp á strípu vóru umstøðurnar hjá Havnarfeløgunum og KÍ á sama støði. Leikvøllirnir og  umstøðurnar annars vóru tær somu.
Feløgini bygdu eisini á egnar leikarar tvs. leikarar sum búðu ávikavist í Klaksvík og í Havnini.

Gundadalur ein kraftdepul
Leita vit eini 20 ár aftur í tíðina so áttu HB og B36 hvør sína smáttu við ein grúsvøll. Eitt skýli, sum líktist tí gamla træskýlinum í Klaksvík var tilhaldsstað hjá áskoðarafjøldini.
Seinastu 20 árini er ein rættulig kollvelting hend í Gundadali.
Tórshavnar Býráð hevur í hesum tíðarskeiði bygt fýra leikvøllir á altjóða støði harav tveir leikvøllir eru partur av tveimum stadion við øllum tilhoyri.
B36 og HB, væl stuðlaði av Tórshavnar Býráð, hava útvega sær tveir prýðiligar bygningar í Gundadali sum eru rammur um allar aktivitetir hjá felagnum.
Harafturat er Tórsvøllur sum líkur øll altjóða krøv og sum í framtíðini saman við Tofta Leikvøllum fer at hýsa flestu aktivitetum hjá okkara landsliðum. 
Tað eru ikki pengar, sum draga bestu føroysku fótbóltsleikararnar til Havnar, men tvey feløg, sum kunnu bjóða leikarum sínum bestu umstøðurnar.

Havnarfeløgini hava flestu viðhaldsfólkini
Umstøðurnar hjá viðhaldsfólkunum hjá HB og B36 eru eisini tær bestu í landinum, og tað er nú einaferð soleiðis at fólk vil verða har sum tað gongur væl.
Til samanbering kunnu vit siga at tá KÍ og B36 møttust í summar vóru einans 300 atgongumerki seld.
Men hóast góðu umstøðurnar og viðgongd er áskoðaratalið í Gundadali enn ikki komið í hæddina.
Formaðurin hjá HB sigur at til toppdystirnar millum HB og B36 í ár hava verið seld 1890 atgongumerkir fyrr í ár og nú sunnudagin 1500 atgongumerki. Tað ljóðaði annars at tað fyrr í ár vóru 4000 áskoðarar til grannauppgerðina, men tað hevur als einki við veruleikan at gera, sigur Birgir Enghamar, formaður í Havnar Bóltfelag.

Føroyingar fáa stórfelag
Um hugt verður eftir møguleikum og umstøðum, so er tað logikkur at føroyingar fara at fáa eitt stórfelag í høvuðsstaðnum.
Havnin er í dag ein magnet har flestu føroyingar búgva og har flestu tilboðini til ungdómin finnast.
Tað tí greitt at um rætt verður atborði so fara  Havnarfeløgini at menna seg og eisini at gang á odda í luttøku føroyinga í altjóða fótbólti.
Sum gongdin hevur verið seinastu árini er eingin ivi um at vit fara at síggja tilstandir sum í dag eru í Skotlandi har tað eru høvuðsstaðarfeløgini sum skiftast um at vinna meistaraheitini.

Hvat við KÍ
KÍ hevur í nógv ár havt eitt væl skipað ungdómsarbeiði har vit hava  uppalt eina rúgvu av góðum fótbóltsleikarum. Samskipanin hevur tó ikki rokkið til at fingið góð lið í yngru deildunum,  men tað er ein sannroynd at vit hava verið dugnaligir til at uppalt góðar einstakar leikarar, sum í dag mannað fremstu liðini í  1.deild.
Samanbera vit Klaksvík og Havnina seinastu 20 árini so er eyðsýnt at Klaksvíkin næstan hevur staði í stað í fólkatali meðan Havnin er tvífaldað.
KÍ hevur framvegis sama vøllin, tó er hann ikki longur grúsvøllur men úr kunstgrasi. Àskoðaraumstøðurnar eru næstan tær somu. Vit mistu gamla skýlið í eini ódn og vit hava bygt eitt nýtt áskoðaraskýlið sum tekur fleiri fólk, men sum framvegis ikki líkur altjóða krøv.
Felagið húsast framvegis í KÍ høllini, har umstøðurnar hjá felagnum eru batnaðar, men sum tó als ikki eru á støði við umstøðurnar hjá Høvuðsstaðarfeløgunum. Hóast sosialu umstøðurnar í høllini eru nøktandi so eru ítróttarligu umstøðurnar als ikki til staðar, tí har vanta venjingar rúm og annað sum er náttúrligur partur av einum ítróttarfelag.

Klakksvig Stadion
Á aftastu síðu í minnisritinum hjá John Reid Bjartalíð, sála, hevur hann prenta eina strikumynd av einum ítróttar leikvølli, nevndur Klakksvig Stadion.
Hesin dreymur bleiv í 80-unum til eitt modell sum enn stendur í býráðshøllini. Ætlanin var at hetta stadion skuldi byggjast á mýrunum sum eru millum svimjihøllina og Gerðar, men hendan ætlan bleiv ongantíð veruleika.
Síðani hava røddir verið frammi at brúkt hetta økið til onnur endamál, men her eiga vit at meta um hvørjar ambitiónir vit Klaksvíkingar hava við okkara ítrótti og okkara ungdómi.
Fótbólturin í dag er okkara fremsta ítróttargrein og hon hevur eisini sett Føroyar á heimskortið, og tað er eingin ivi um at "Klakksvig Stadion" eisini hevði sett Klaksvík á heimskortið.
Eisini er spurningurin um tað ikki hevði verið rætt at bygt eitt veruligt ítróttarstadion, sum kappingarneyta hjá hinum leikvøllunum sum ongar umstøður hava til frælsan ítrótt.

Hvat vilja vit
Spurningurin er ikki hvat vit megnað, men heldur hvat vit vilja.
Við undirsjóartunnlinum verður tað lættari hjá KÍ at fáa leikarar hendan vegin. Teir kunnu venja og spæla við KÍ og samstundis búgva eitt nú í høvuðsstaðnum og í Vágunum.
Men sum umstøðurnar eru í dag so eiga vit ikki at yvirmeta teir møguleikar sum eru í Klaksvík hjá ungdómi.
Um vit skulu hava eitt fyrstadeildarlið, sum eins og vit gjørdu í 60-unum, hevur møguleika at vinna FM fleiri ferðir á rað, so skal KÍ hava góð fíggjarlig gróðrarlíkindi, tí tað verður ikki bíligari í framtíðini at fáa leikarar at støðast í Klakvík.
Eisini er umráðandi at vit gera íløgur í umstøðurnar soleiðis at vit sleppa at spæla okkara Evropa cup dystir í Klaksvík og at vit hava eitt lið sum fer at vinna sínar heimadystir í evropeisku kappingini.
Harafturat eiga vit eisini at stevna eftir at hava bestu umstøðurnar, soleiðis at vit eisini fáa part av UEFA milliónunum sum í dag verða brúktar aðrastaðir.
Fríøkið á Djúpumýru eigur at verða halgað "Stadion Klakksvig" og vit eiga at finna út av hvussu vit skipað økið á Djúpumýru.
Rom varð ikki bygdur eftir einum degi, sigur orðafellið og tað er heldur eingin sum ímyndar sær at "Stadion Klakksvig" verður bygt eftir einum degi, men vit eiga at finna eina skipaða tilgongd, soleiðis at Klaksvíkin eisini á hesum økið verður fremsti báturin.
Til seinast má eg undirstrikað at tað er ikki ein spurningur um hvat vit megnað, men heldur um hvat vit vilja.

John William Joensen

PS: Nú hugsar onkur at eg stillið upp til býráðið, men so er ikki.
Men um tað stóð í boði so hevði eg kanska stilla upp til formanspostin í KÍ.