fyri at hækka játtanina til Uttanríkisráðið við 9.milliónum 13. august 2009? Spyr Jan Ásbjørnsson Joensen.
Ì grein í fjølmiðlunum ger Bjørn Kalsøe seg til talsman fyri at avtaka uttanríkisráðið og metir at vit kundu spart milliónir við at niðurlagt ráðið. Hann metir at vit hava ikki tørv á einum uttanríkisráðið.
Rímuligt er, at Bjørn Kalsøe dugur at greiða frá hví hann tók undir við einum samgonguskjalið har uttanríkisráðið var ein treyt.
Eg meti tað eisini rímuligt at vit veljarar seta løgtingsmanninum spurningin: Hví atkvøddi Bjørn Kalsøe fyri, at uttanríkisráðið fekk somu játtan á karminum fyri næstu fíggjarlóg? Atkvøðugreiðslan var 13.08.2009.
Sami Bjørn Kalsøe atkvøddi JA til at hækka játtanina til uttanríkisráðið við 9.milliónum næsta ár- til umsiting. Fer Bjørn Kalsøe at atkvøða ímóti um utttanríkisráðið er við á næstu fíggjarlóg?
Nú veit eg ikki um Hilmar Jan, greinaskrivarin hjá fyrrv. Løgmanni- eins og Vinnuframagrunnurin, er farin at røkka longur enn til Havnina, ella um Bjørn hevur gloymt hvat tað var sum hann atkvøddi fyri í løgtinginum fyri tveimun vikun síðan.
Hetta er ein óskikkur at polittikara eru farnir at renna undan ábyrgd fyri egnum gerðum í Løgtinginum
Áhugavert verður, at fylgja við í hvørjum Bjørn Kalsøe fer at skriva um- og at kvøða fyri tá næsta fíggjarlóg kemur til viðgerðar- um samsvar tá verður millum talu og gerð
Jan Asbjørnson Joensen




