Nú um dagarnar kom fram, at Vága floghavn vildi ikki taka av tilboði frá privatum kunda at reka tollfríu søluna.
Nú um dagarnar kom fram, at Vága floghavn vildi ikki taka av tilboði frá privatum kunda at reka tollfríu søluna.
Hvussu ber tað til, at tú fyrst bjóðar tænastu út fyri síðani at kúvenda? Endamálið hjá almennum partafeløgum eigur ikki at vera, at hesi feløg skulu fáast við alt. Eisini tað, sum ein privatur heilt náttúrliga kann taka sær av.
Eg var á flogvøllinum fyri stuttum, og sum vanligt stakk eg inn á gólvið í gávubúðini, sum hevur verið har alt tað, eg kann minnast. Ikki færri enn 23 ár. Eg gjørdist ikki sørt skakkur, tá eg fekk at vita, at eisini henda forrætningin hevur fingið durafjórðingin eftir at hava búleikast har í samfull 23 ár. Hon átti at verið sjálvsagdur partur av eini nýggjari farstøð.
Eg undrist stórliga á vinnupolitikkin við sera ivasamari kós og vantandi áliti á privat virksemi.




