Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hví er munur á fyritøkum?

John William Joensen

Bert ein lítlan fyrispurning til Kl. Kommunu, hví er tað munur á fyritøkunum JFK Heilsølan og Klaksvíkar Timburhandil.

Veit, sum fyrrverandi eigari av matrikkulnummarinum, at Kl. Timburhandil og JFK Heilsøla húsaðust á sama matr.nr., tí er mín spurningur, hví hava tit bert fríðkað rundanum hjá býráðsliminum Jákup Mikkelsen (Heilsølan) og ikki á økinum hjá Klaksvíkar Timburhandli?
Nú er matr. nr. sundurskilt, men tá helvtin av økinum bleiv fríðkað, var tað ikki sundurskilt. John Færø var í Pegasus í seinastu viku og tosaði um opinleika, nú kunnu vit seta honum hesa uppgávuna og svara okkum hendan sera einkla spurning í næsta Norðlýsi.

Símun á Høvdanum