Harley
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hví flenna tá ið vit verða kitlað?

Danial Viðoy

Morgunfakta: Hví flenna vit tá ið onkur kitlar okkum? – Orsøkin er frumlig og gomul, og leitar aftur til óttan fyri smákyktum.

Morgunfakta: Hví flenna vit tá ið onkur kitlar okkum? – Orsøkin er frumlig og gomul, og leitar aftur til óttan fyri smákyktum.

Vit flenna og spjálka tá ið ein góður vinur, makin ella onkur familjulimur kitlar okkum. Men hetta flennið er í roynd og veru ein óttafull reaktión mótvegis smákyktum.

Tá ið vit merkja kitl í húðina, raknar tann frumligi (primitivi) og íborni parturin av heilanum við. Heilin heldur merkiliga nokk, at kitlið er eitt smákykt, sum sníkir seg á húðini.

Hendan reaktiónin er aldargomul, men er enn ein partur av heila okkara. – Hetta er so statt orsøkin til, at vit nísta og vit royna at skáka okkum undan, tá ið onkur kitlar okkum.

Tann búni parturin av heilanum leggur upp til látur

Heilin hevur tó, yvir langa tíð, ment seg so mikið, at hann gott veit, at talan ikki er um nakran stórvegis vanda. Heilin hevur vant seg við tankan um, at tað bert er ein vinur, maki ella familjulimur, sum kitlar.

Hesin sami parturin av heilanum, ella ”nýggi” parturin av heilanum, er eisini við til at sissa tann primitiva partin av heilanum.

Látur er eisini eitt sosialur boðskapur til okkara medmenniskju um, at vit hava tað gott. – Láturin kann eisini vera við til, at knýta samband við tann, sum kitlar okkum.

Tað er tíðum stuttligt at flenna og tað er eisini heilsugott at flenna.