Kringvarpið segði í morgun, at Norrøna, sum kom úr Hirthals tíðliga í morgun, kemur ikki inn fyrr enn klokkan fimm seinnapartin.
Síðani varð sagt, at Norrøna krokar eystan fyri Mjóvanes. Tað átti ikki at verið besta stað at kroka í, men sjálvandi skiparin man vita.
Veðrið var so vánaligt í morgun, at heldur ikki var ráðiligt at leggja at á Signabø, segði Kringvarpið.
Tað, sum undrar, er at í 2005/6, vóru stig tikin til, at Norðhavnin, sum liggur í Ánunum norðanfyri Klaksvík, skuldi verða havn nr. 2 hjá Norrønu, um hon ikki slapp at í Tórshavn t.d. fyri veður.
Eisini bleiv gjørd ein rampa í neyvum samstarvi við Norrønu, sum var her norðuri fyri at eftirkanna eitt uppskot til rampu, sum varð gjørt – og framt í verki.
Skoðsmálið, sum Norðhavnin fekk afturat, vóru fleiri:
1 – Tað er so útdjúpt langt út á pollin
2 – Dýpið við havnalagið er munandi betri enn t.d. í Tórshavn, so skrúvumegin er munin betri.
3 – Víddin frá havnalagnum til Kunoyarlandið hinumegin – og annars út í opið hav – er munandi betri enn aðrastaðni. Hetta ger, at til ber í ”einum snari” at sigla til og frá Norðhavnini.
4 – Tó at talan er um nógvan vind, so drepur uppi inni við Norðhavnina á at kalla øllum ættum – tað er munandi minni vindur inni við land her enn t.d. út á pollinum. Norðhavnin liggur inni í eini vík at kalla.
Tí undrar tað, at Norrøna ikki heldur vildi leggja at í Norðhavnini, sum er tiltikið kyrrupláss – Vesturætt er besta ætt í Klaksvík, sum tað var í morgun.
Góða ferð víðari!
















