Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hví stilli eg upp til løgtingsvalið? – Martin Pauli Jacobsen

Martin Pauli Jacobsen

Eg stilli upp til løgtingsvalið fyri Sambandsflokkin. Fylgjandi eru nøkur av teim málum, sum eg vil arbeiða fyri:

1. Nýggja fiskivinnu lóggávu

·Flotin skal minkast so samsvar verður millum fiskanøgd og veiðiorku

·Tilfeingisgjald á alla veiðuna

·Støddin á tilfeingisgjaldinum skal stýra støddina av fiskiflotanum

·Fiskivinnan skal ikki samlast á ov fáar hendur

·Fiskivinnulóggávan eigur at banna “Transfer Pricing” í fiskivinnuni

·Allur fiskur skal tilvirkast í Føroyum – um neyðugt, skal einki blakast fyri borð

Serfrøðingar skulu á hvørjum ári meta um tað er samsvar millum veiðiorku og fiskanøgd. Hetta kann mátast sum eitt miðalvirði yvir til dømis 5 ár. Um veiðuorkan er ov stór, skulu vit beinanvegin minka um veiðiorkuna við at hækka tilfeingisgjaldið.

2. Alivinnan

Alivinnan rindar alt ov lítið fyri síni aliloyvi. Tað er ikki samsvar millum leigu av aliloyvum og avlop.

Vit skulu hava eina lóggávu, ið bannar “Transfer Pricing” í alivinnuni.

3. Bankar

Bankarnir sleppa alt ov lætt at seta prísir og avgjøld, sum teir vilja.

Vit skulu hava eina lóggávu, har vit kunnu regulera prísin á “bankagebyrum” og rentum.

4. Setur og útbúgvingar

Vit skulu fyrireika okkum uppá, at ein stórur partur av útbúgvingunum í framtíðini fara á internetið.

Setrið skal hava pengar til at gera avtalur við universitet runt allan heim so, at føroyingar í nógv størri mun kunnu verða í Føroyum meðan tey útbúgva seg umvegis internetið.

Setrið skal verða staðið, har fólk fara til próvtøku. Setrið skal tí hava nakrar útbúgvingar, ið koyra á vanligan hátt og eina ørgrynnu av útbúgvingum í samarbeiði við univerisitetir uttanlanda, ið koyra via internetið.

5. Skrásett parlag í Føroyum

Samkynt skulu kunna ganga saman í skrásett parlag.

6. Tænastumanna- og politikara pensjón

Landið bindur fyri 4-5 milliardir í pensjón til hesar bólkar. Vit skulu avtaka verandi pensjónsskipan. Tænastumenn og politikarar skulu gjalda pensión til Lív ella Betri pensjón.

7. Pensjónsaldur

Vit mugu taka atlit til, at vit verða alt ov nógv gomul fólk í mun til ung fólk.

Vit mugu tí hækka pensjónsaldurin fyri fólk, ið eru væl fyri.

Vit hava í dag fleiri fólk, ið eru 80 ára gomul og sum enn arbeiða fulla tíð. Hesi fólkini skulu verða okkara vegvísarar.

8. Fólkaskúlar

Vit skulu í nógv størri mun leggja fólkaskúlar saman í størri eindir.

Fólkaskúlin skal innrættast soleiðis at eisini er pláss fyri handaligum arbeiði.

9. “Boligsikring”

Stakir uppihaldarar, ið ikki fáa endarnar at røkka saman, skulu kunna fáa hjálp til húsaleigu.

10. Sjúkrahúsverk Føroya

Vit byrja við at leggja øll sjúkrahúsini saman til eina umsitingarliga eind.

Allar skurðviðgerðir verða í Tórshavn.

Síðan mugu vit rationalisera, so at vit fáa sum mest fyri pengarnar.

11. Føroyskan byggistandard

Ein føroyskan byggistandard, ið definerar, hvussu eitt hús tekniskt skal byggjast, soleiðis at tað er optimalt tiltalað til føroyska veðurlagið.

12. Føroyingar á landi, ið arbeiða uttanlands

Føroyingar á landi skulu hava somu møguleikar viðvíkjandi skatti til at arbeiða í altjóða vinnu sum fólk úr okkara grannalondum hava.

13. Miðnámsskúlar – Internetbreyt

Miðnámsskúlar skulu fyrireika seg uppá, at í framtíðini kunnu øll fak liggja á internetinum.

Vit skulu hava eina breyt har øll undirvísing fer fram via internetið.

Øll fak skulu hava allar fyrilestrar liggjandi á internetinum.

14. Læknaviðtalu á Internetinum

Vit skulu gera tað møguligt so fólk kunnu fara til læknakanning umvegis internetið.

15. Fólk við skerdum førleika

Fólk við skerdan førleika skulu í nógv størri mun út á arbeiðsmarknaðin. Vit skulu við lóg áleggja stovnum og virkjum at taka sín part.

16. Politiskar kanningar

Prísurin skal avtalast, áðrenn politiskar kanningar verða gjørdar.

Landið má ongantíð lata eina kanning, sum tað av Skálafjarðartunnilinum henda aftur. Teir, ið fingu uppgávuna, settu sjálvir tann prís, sum teir vildu og settu sjálvir tímatalið. Vit fingu einki at vita, sum vit ikki vistu frammanundan, og kanningin bleiv ikki brúkt til nakað. Vit fingu einki fyri okkara skattapengar.

17. Innkeyp av løgfrøðiligum og øðrum ráðgevarauppgávum

Tað almenna skal seta allar løgfrøðiligar/ráðgevara uppgávur í útboð, so at tann bíligasti skikkaði fær uppgávuna.

18. Kommunumál

Landið skal taka um endan og leggja kommunur saman, so tað verða 5 kommunur í landinum.

19. Tingarbeiði

Tað eru ongar tekniskar forðingar fyri, at ein tingmaður skal kunna røða og atkvøða í tinginum umvegis internetið. Sjálvandi skulu vit seta í verk hesa tøkni.

Martin Pauli Jacobsen

Valevni Sambandsfloksins til løgtingsvalið