Harleywoodpaint
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hví tíggjar veðrið sær soleiðis sum tað ger …

John William Joensen

Veðrið hevur altíð havt ovurhonds stóran áhuga millum føroyingar; føroyingar hava í øldir verið nær tengdir at náttúruni, og at vita um veður og vind hevur havt lívsneyðugan týdning – bæði á sjógvi og landi

Veðrið hevur altíð havt ovurhonds stóran áhuga millum føroyingar; føroyingar hava í øldir verið nær tengdir at náttúruni, og at vita um veður og vind hevur havt lívsneyðugan týdning – bæði á sjógvi og landi. Nú kemur bók út um veðrið – Veðurlæra, sum fyrst og fremst er ætlað at verða nýtt í undirvísing men eisini kann verða hent bók
hjá øðrum, ið hava áhuga í veðurfrøði.

Tey seinastu 100 árini eru gjørd stór frambrot í  veðurfrøði – ikki minst hava fylgisveinar gjørt  stóran mun. Veðurfrøði hevur soleiðis lyft seg frá einum næstan bert tilhugsaðum støði til at vera áhugaverd vísindi. Í Veðurlæru verður greitt frá ymsu veðurfrøðiligu fyribrigdunum, ið gera seg galdandi, og aftast í bókini eru evnisyvirlit og orðafrágreiðingar, sum kunnu vera hentar hjá bæði leikum og lærdum. Á einum løttum máli verður sagt frá, hví veðrið tíggjar sær sum tað ger, væl stuðlað av góðum myndum.

Skrivað bókina hevur Hanus Kjølbro. Hanus, sum er útbúgvin skipsførari, hevur hollar royndir sum sjómaður og lærari á Klaksvíkar sjómansskúla. Síðan í summar hevur hann starvast á Sjóvinnudeplinum í Havn.

Tað er forlagið Silvitni, ið gevur Veðurlæru út. Bókin er 180 blaðsíður, innbundin og kostar 348 krónur í bókabúðunum.

Í sambandi við útgávuna verður skipað fyri móttøku á Klaksvíkar Sjómansskúla hósdagin 6. desember klokkan 19.00