Tað er ótrúligt sum høvuðsstaðarpressan alla tíðina setir fokus á seg sjálva og staðfestir, at tað eru bert tríggir miðlar til í Føroyum, nevniliga Kringvarpið, Dimmalætting og Sosialurin, og so geva teir hvør øðrum heiðurslønir árliga eisini.
Tað er ótrúligt sum høvuðsstaðarpressan alla tíðina setir fokus á seg sjálva og staðfestir, at tað eru bert tríggir miðlar til í Føroyum, nevniliga Kringvarpið, Dimmalætting og Sosialurin, og so geva teir hvør øðrum heiðurslønir árliga eisini.
Flestu føroyingar brúka elektronisku miðlarnar fleiri ferðir dagliga, og har er verðin ein heilt onnur enn uppafturgrivni pástandurin hjá høvuðsstaðarpessuni um, at bert tríggir miðlar eru til í Føroyum.
Og so tosar útvarpssjournalistur um útberingarstuðul!!!
Blaðstjórin, sum slapp at sita og profilera seg í sendingini ímorgun, úr høvuðsstaðarpressuni sjálvandi, helt s ikki at bløðini høvdu brúk fyri útberingarstuðuli. Útvarpssjournalisturin bleiv hinvegin við at malað aftur á útberingarstuðulin, og gjørdi tað sama sum so mangur í høvuðsstaðnum og fór at samanbera okkum við donsk og norsk viðurskifti, júst sum teknokratarnir nú eru farnir undir at samanbera Havnina við Tromsø. Hon kom til eitt tal á leið tríggjar milliónir, “um vit skulu sammeta okkum við Danmark”.
Hon tóktist ikki hava hylling á hvussu føroyska samfelagið er samanskrúva. Norðlýsi hevur eitt kvalifiserað git uppa hvussu nógv føroysku bløðini gjalda í postgjaldi til haldarar. Um so er, at haldararnir hjá føroysku bløðunum skuldu fingið alt postgjaldið afturborið úr landskassanum, so hevði talan valla verið meira enn 1,5 millión fyri føroysku bløðini, sum taka haldaragjald, nevnilig Norðlýsið, Sosialurin og Dimma.
Blaðstjórin slapp væl, hann hevði góðar grundgevingar fyri at hann ikki hevði brúk fyri útberingarstuðuli, ella peningaligari hjálp til haldararnar, sum útberingarstuðulin í veruleikanum er. Útberingin til haldararnar er jú ikki nakað sum bløðini gjalda, tað er nakað, sum verður skrivað omaná rokningina til haldararnar fyri blaðið.
Public service stovn, jú, tað skulu vit sjálvandi hava, men so má hesin vera fullkomuliga leysur av rakstrarinntøkum frá lýsingum, tað sigur seg sjálvt. Tó at miðlarnir bedýra, at teir klára at hava múr ímillum “marknaðardeildina” og “tíðindadeildina”, so er fáur ella kanska ongin sum trýr hesi skrønu. Í langa tíð hevur útvarpið sett spurnartekin við skottinum ímillum nýggja landsbankastrukturin og politikararnar, men teir bedýra at teir megna at halda múr ímillum “marknardeild” og “tíðindadeild” á somu gongd í Sortudýki.
Men spurningurin er, hví tosað verður um sjónvarpið og útvarpið undir einum. Skulu vit hava ein almennan public service stovn, so áttu vit at valt ímillum útvarpið og sjónvarpið, ikki báðar stovnanar.




