Í novembermánaða í fjør hevði Norðlýsið eina longri samrøðu við kokkin í Pizzaria Napoli við Klaksvíksvegin og tá grundgav hann fyri sínum sjónarmiðum. Í samband við rumbli sum nú hevur tikið seg upp hava vit valt at endurprenta tað sum Aage segði fyri hálvum árið síðan.
Grein frá Novembermánaða 2003.
Tað bleiv ikki nógv umrøtt tá Niels-Aage Bjerre úr Aalborg, lat upp sína egnu Pizza-bar í Nordby á Fanø í 1994.
Nordby hevur umleið 3500 íbúgvar og er høvuðsbýur á oynni.
Fanø liggur umleið 15 minuttir við ferju frá Esbjerg, so hetta lítla samfelagið kendi einki til at verða frammi í heimspressuni, men hetta skuldi hesin annars sera friðarligi Pizza-bakarin skjótt fáa broytt.
Irak kríggið
Høvuðssøgan í allari heimspressuni við ársbyrjan 2003, var støðan millum Irak og USA.
Einaræðisharrin í Irak, Sadam Hussain, var vorðin ein støðugt størri hóttan fyri USA, og alt endar við at amerikanski forsetin, George Bush, og enski forsætisráðharrin, Tony Blair, avgjørdu at fara í kríggj.
Men Schrøther og Girach, týsku og fransku stjørnarleiðararnir, vildu ikki stuðla amerikansk/ bretsku samgonguna, og funnust hvassliga at framferðini hjá herðnaðarsamgonguni.
Tað skal leggjast afturat at danska stjørnin alment stiðjaði USA og Bretland og fyri fyrstu ferð í meiri enn 200 ár var danska tjóðin alment í kríggið og danskir herðmenn vóru sendir til Irak.
Samstundis sum amerikanskar og bretskar deildir fóru um markið inn í Irak, leikaði eitt beikst og harðligt stríð í fjølmiðlunum millum amerikansku/bretsku stjørnirnar og fronsku/týsku stjørnarleiðararnar.
Og her byrjar søgan um Niels-Aage Bjerre, sum um hetta mundi er ein vanligur borgari í danska ríkinum.
Ein fryntligur jyde
Undirritaði hevði frætt um at hesin kendi Pizza-bakarin, nú var komin til Klaksvíkar har hann í eina tíð skuldi verða kokkur í Pizzaria Napoli í Klaksvík. Vit avtalaðu ein fund, og mánakvøldið bankaði eg upp á dyrnar á Pizzaria Napoli, og tá hurðin fór upp stóð hesin smílandi og fryntligi fanøe-búgvin í durðinum og bjóði mær innum til ein kaffimunn.
Alt byrjaði í februar
Vit sessast við eitt borð og Niels Aage byrjar at greiða frá.
– Alt byrjaði eitt kvøldið seint í februarmánaða. Eg kom sum vanligt seint heim úr arbeiði, og settist við einum kaffimunni framman fyri sjónvarpi.
Hugdi eina løtu eftir BBC-World har týski kanslarin, Gerhard Schrøter, gjørdi seg til talsman fyri mótstøðuni móti USA.
Eg gjørdist so illur inn á týsku og fronsku stjørnuna at eg avgjørdi at hóst eg var einsamallur, so mátti eg vísa mína ónøgd.
Her vóru tvey lond sum høvdu sítt frælsið takkað verði USA og amerikanskum hermonnum, sum undir seinra heimsbardaga lótu lív sítt á einum víðvøllið sum varð langt heimanfrá.
Var tað ikki fyri USA so sæt Hitler framvegis við valdið í Týsklandi, og vit í Danmark og Europa annars høvdu havt myndir av honum hangandi á vegginum í øllum almennum bygningum.
Harafturat vóru tað amerikanskir pengar (Marshall hjálpin) sum USA lat til m.a. júst at byggja týskland og frankarríkið upp fyri, sum framvegis er grundarsteinurin undir okkara vælferð.
Eftir at USA varð álopið 11. september vilja hesi lond ikki stuðla amerikumonnum í bardaga teirra imóti óndu kreftunum kring allan heim, sum eru ein støðu hóttan fyri okkara frælsið her í vesturheiminum.
– Við øðrum orðum velja europeiskur stjørnirnar enn einaferð at sita hendur í favn, meðan amerikanskir pápar og mammur mugu senda synir sínar kring hálvan knøttin at berjast fyri frælsi.
Setti skelti upp
-Dagin eftir fór eg inn í reklamuvirkið sum gjørdi skeltini til Pizza-barrina, og bílegði tvey skelti i tíðuliga søgdu at franskmenn og týskarar onga atgongd høvdu til Pizza-bakaríði hjá mær.
Skeltini komu upp í vindeygað og sjálvandi vantaði eg onkrar reaktiónir.
Eg hevði roknað við at onkur fór at skrivað okkurt lesarabrævið í lokalavísina, men at hetta skótt skuldi gerast forsíðusøgan hjá heimspressuni, hevði eg ikki droymt um.
Ein blaðmaður á lokalblaðnum tók eina mynd av skeltinum sum bannaði fransmonnum og týskarum atgongd og skrivaði eina lítla grein í blaðið.
Einar tveir tríggjar dagar seinri ringdi amerikanska tíðarritið "The Associated Press" og eftir hetta gjørdist rættuligur telefonstormur.
– Eg kom skjótt á forsíðuna á øllum donskum bløðum, og kom í flestu tíðindasendingar.
– Fyri at nevna nakrar, so vóru tað m.a. BBC-World, CNN, CBS, ABC, TV2, DR, ZDF og harafturat høvdu fransku-, týsku-, hollendsku-, russisku-, australsku-, tailendsku-, brasiliansku-, sponsku-, norðurlendsku sjónvarpssrásirnar samrøður við meg.
– BBC-world sendi eitt sjónvarpslið til Fanø og teir vóru her í tríggjar dagar har teir gjørdu eitt innslag um Fanø og meg.
Brøv og teldupostir
Stutt eftir hetta byrjaðu teldupostir og brøv í hópatalið at koma til Fanø.
– Tað vóru fá sum kendu teldupost adressuna hjá mær, so fólk byrjaðu bara at senda teldupostar til onkran á Fanø, og bóru tey so postin víðari til mín. Brøv í hópatalið vóru eisini send til "Aage-Pizza, Fanøe".
– Tað er sjálvandi sera ymiskt hvat stendur í brøvunum. Brøvini frá familum hjá amerikonskum herðmonnum eru sjálvandi sera kensluborðin, og ein kann ikki annað enn fáa klump í hálsin tá ein lesur tey, og tey takka fyri at onkur er sum vísir vinskap mótvegis USA í Evropa.
– Eisini eru onnur brøv har fólk við ymiskum meiningum gerða vart við sína andstygd ella sín vinskap mótvegis USA.
– Summi koma við drápshóttanum meðan onnur senda mær pening fyri at stuðla mær.
Bræv frá krígsveteranum
Meðan vit sita og tosað á pizzaria Napoli, fer Niels Aage eftir einari mappu við brøvum.
Nøkur av brøvunum og teldupostunum eru frá amerikanskum herðmonnum sum gjørdu herðtænastu í Vietnam og í brøvunum takkað teir fyri vinskapin og senda eitthvørt til minnis.
Eg hyggið í eitt bræv frá einum Sheriffi úr Los Angeles, har hesin sigur seg ikki skilja hvussu franskmenn og týskarar kunnu lata amerikumenn berjast einsamallar fyri frælsinum hjá øllum fríða heiminum, og samstundis súgva í seg av frælsi og vælferð hvønn einasta dag.
– Eitt bræv er frá einari lítlari gentu og familju hennara sum hava sent eina heilsan við mynd av pápa teirra sum er amerikanskur herðmaður.
– Eitt bræv er frá einum 77 ára gomlum týskara, búðsitandi í Berlin.
– Hesin sigur seg fult og fast stuðla Niels Aage og sigur seg skammast við týska kanslaran sum hevur brúkt Irak kreppuna til egnan politiskan vinning, og í brævbjálvanum hevur hann lagt 20 Evrir, sum eina lítla viðurkenning.
Endaði í rættinum
Niel Aage greiður frá at ein dagin kom eitt par inn i Pizza-barrina.
– Vit hava rættuliga nógv týsk ferðafólk á Fanøe hvørt ár, og eg helt meg síggja at hetta vóru týskarar. Men maðurin tosaði flótandi danskt tá hann bað um eina Pizza. Tá tey so setast við borðið at eta hoyri eg at tey tosað týskt sínamillum.
– Eg fór ivir til tey, bað um umbering, tók matin frá teimum, gav teimum peningin aftur og segði at eg ikki serveraði mat fyri týskarum so leingi sum týska stjørnin blokeraði fyri amerikanska herðnaðartiltakinum í Irak.
– Flokkurin Radikalt Venstre, hoyrdi um hendingina og kontaktaði týska parið sum síðani meldaði meg til poltitiið.
– Vit lesa hvønn dag í fjølmiðlunum at politiið ikki hevur fólk nokk til at kannað álvarslig lógarbrot og tí var eg sera skakkur at Ríkispolitichefurin kundi senda tveir kriminalpolitistar við ferjuni úr Esbjerg allan vegin til Fanø at avhoyra meg í fleiri tímar.
– Eg bleiv síðani ákærdur eftir rasu-diskrimatións lógini, sum jú er púra burtur við. Men í henni er eisini ein linja um "forskelsbehandling" og tað var hetta pettið sum ákærumyndugleikin hekk seg í.
– Eg helt tað verða fantastiskt at tað almenna Danmark týmdi at gera so nógv burtur úr mær, men eg var fúsur til bardaga.
– Í Býarrættinum varð eg dómdur 5000 krónur í bólt ella 8 dagar hefti.
– Eg kærdi til landsrættin, og har møtti eg so upp saman við einum verja, sum tað almenna betaldi fyri, og einum væl mannaðum mótparti sum umboðaði ríkisákæran. Harafturat vóru rættarskrivarar og tríggir dómarar, sum allir fingu løn frá danska statinum.
– Eg bleiv aftur dømdur 5000 krónur bót ella 8 dagar í fongsli.
– Nú vóru sakarmálsumkostningarnir, sum eg eisini var dømdur at gjaldað, komnir upp um 60.000 krónur, og tí valdi eg ikki at fara í hægstarætt og so víðara til menniskjarættardómstólin í Haag.
Í einum skrivi til politikomiserin skrivaði eg at nú danski staturin hevði gjørt sær so stóran ómak at dómfella meg, ætlaði eg ikki at gjalda eina krónu í bót, men vildi heldur enn gjarnað inn at sitað.
– Her endaði máli, men sum tit vita so er long bíðitíð at koma í fongsul í Danmark og tí kann tað ganga rættuliga leingi áðrenn eg sleppi inn at sita.
– Men tað skal eingin ivi verða um, at um eg so eri staddur í Føroyum, USA ella á mánanum, so ætli eg mær heim at sita dómin tá tíðin kemur!
Landasvíkjarar
Júst útkomin úr rættarhølunum hjá Landsrættinum varð Niels Aage spurgdur av tíðindafólkum um hvørja viðmerking hann hevði til dómin.
– Eg gjørdi greitt at eg metti ákæran og dómararnar verða landasvíkjarar!
– Danmark er í løtuni fyri fyrstuferð í 200 ár alment í kríggið við annað land. Eg havi valt at stuðla samgonguni sum Danmark er partur av við at blokera borgarar úr teimum londum sum hava valt at blokerað herðnarsamgonguna sum Danmark er partur av.
Teir sum tí døma meg, hava gjørt seg sekar í einki minnið enn landasviki, tí Danska tjóðin er sum sagt í krígsstøðu, sigur Niels Aage og eingin ivi er um at hann meinar tað hann sigur.
Nógvan stuðul
Tað hevur annars ikki skortað upp á tilboð frá amerikumonnum um at gjalda bótina og sakarmálskostnaðin fyri Niels Aaga.
– Eg havi fingið áheitanir frá útvarpsstøðum í USA har hesi bjóað seg at gjalda alla skuldina so eg kann ganga fríur, men eg havi sagt nei takk, og biði teir heldur lata peningin til okkurt vælgeraðandi endamál í samband við einkjur og børn hjá falnum herðmonnum.
– Men eg kundi sjálvandi ikki halda fram við virkið mínum, tí eg fekk at vita at tað vóru kreftir sum arbeiddu fyri at taka vinnubrævið frá mær, og tí valdi eg at selja.
– Eg tók síðani av einum tilboði at koma til USA sponsorerað av ymiskum fjølmiðlafyritøkum. Eitt sjónvarpslið frá TV2 kom við og teir hava so gjørt eina sjónvarpssending har teir fyljga mær á USA ferðini.
– Eg bleiv stórliga fagnaður tá eg lendi í USA, og túrurin var ein stór uppliving og havi eg fingið vinir fyri lívið.
– Eg havi eisini fingið at vita at tað møguliga fer at standa mær í boðið at gerast amerikanskur ríkisborgari. Teir søgdu mær at av tí at vinskapur mín til USA hevði kostað mær mítt livibreyð, var tað ikki annað enn rímuligt at eg fekk tilboð um at gerast amerikanskur ríkisborgari, og um tað tilboðið kemur so er eingin ivi um at eg takið av.
Til Klaksvíkar
Í dag starvast Niels Aage sum sagt hjá Njal í Pizzaria Napoli úti í Víkunum.
Hetta kom í lag eftir at nøkur av brøvunum úr USA til Niels Aage á Fanø viltust til Klaksvíkar.
– Amerikumenna stavað Fanøe – Fanoe – og tað líkist jú tykkara – Faroe.
– At enda komu brøvini til Pizzaria Napoli í Klaksvík, og tí bleiv eg uppringdur av Njal og undir samrøðuni nevndi hann at hann leitaði eftir einum kokkið. Eg greiddi honum frá at eg fyrst skuldi til USA, men at tað var møguleiki fyri at eg kundi koma seinri og nú sitið eg so í Klaksvík.
Tað kundi verði fleiri síður skrivaðar afturat í Norðlýsinum um Aaga, men onkunstaðir skal ein endi finnast og so kunnu fólk leggja leiðina inn í Napoli um tey vilja frætta meira frá hesum forvitnisliga gesti.




