Um Bruix kemur innum 12 fjórðingar í bretskum øki, so er einki at gera hjá sjóverjuni og verður málið so latið ákæruvaldinum.
Franska skipið Bruix, sum er illgruna fyri at hava fiskað ólógligt í Føroyskum sjógvi, siglir í ein eystan. Verjuskipið Hvidbjørnen siglir framvegis eftir Bruix, sjálvt um tey nú eru í bretskum havøki. Tað er vanlig mannagond, at um verjuskip hava rakt við mistanka um ólógligan fiskiskap, so kunnu tey fylgja við inní havøkið hjá øðrum londum.
Tó er tað soleiðis, at um Bruix kemur innum 12 fjórðingar, so kann Hvidbjørnen ikki elta skipið longur. Um hetta hendir, so verður málið givið til ákæruvaldið at taka sær av, verður sagt frá Færøernes Kommando í kvøld.
Fyrr í dag royndi Hvidbjørnen at fáa Bruix at venda við og sigla til Føroya. Tá rendu skipini saman. Tann materiella skaðin var tó ikki stórur. Í styttri tíðarskeið hevur skiparin tó vent skipinum og siglt ímóti Føroyum. Men hann hevur tó valt at venda við aftur. Tað er hugsandi, at reiðaríið hjá skipinum hevur heitt á skiparan um ikki at fylgja við Hvidbjørnen til Føroya.
Í Útvarpinum var í dag sagt, at Bruix er ein gamal kenningur hjá sjóverjuni, tá skipið fyrr er tikið fyri at hava fiskað ólógligt í Føroyskum øki. Hetta var fyri fýra fimm árum síðan. Tá fylgi skipið tó við sjóverjuni inn í Føroyska havn.
Av Færøernes Kommando verður sagt, at støða verður í morgin tíðliga, um hvat víðari skal henda. Fyribils siglir Hvidbjørnen eftir Bruix.




