Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hvirlur upp til 60 m/sek.

John William Joensen

Seinasta skrásetingin hjá vindmátaranum hjá Landsverk er kl. 11:30 í morgun og tá er vindferðin í miðal 16,1 m/sek og sterkastu hvirlurnar høvdu eina vindferð uppá 50,7 m/sek.

Umleið kl. 9 í morgun var sløkkiliðið boðsent tí onkur vindeygu vóru sogin út og onkur húsatekja hevði fingið skaða.
Í Kunoy var nógv leyst tilfar sum fleyg millum húsini og sløkkiliðið fekk fatur á hesum.

Annars hevur náttin verið friðarlig og í løtuni koyra bilar hjá sløkkiliðnum runt og kannað umstøðurnar.