20 atkvøður annan vegin kundu givið eina aðra samgongu og tvær atkvøður hinvegin kundu styrkt verandi samgongu. So tætt var býráðsvalið í Klaksvík fyri 4 árum síðani.
20 atkvøður annan vegin kundu givið eina aðra samgongu og tvær atkvøður hinvegin kundu styrkt verandi samgongu. So tætt var býráðsvalið í Klaksvík fyri 4 árum síðani.
Hvussu nógvar atkvøður skulu til, fyri at verða valdur? Tað er ein áhugaverdur spurningur, men hann er ikki so lættur at svara. Tað valdast hvussu nógv eru á vali og tað valdast eisini, hvussu atkvøðurnar verða býttar millum listarnar. Á seinasta býráðsvali í Klaksvík skuldi ein listi hava 221 atkvøður, fyri at fáa umboð valt.
Atkvøðurnar vóru býttar soleiðis millum listarnar:
Listi A: 1.104 atkvøður
Listi B: 215 atkvøður
Listi C: 440 atkvøður
Listi D: 522 atkvøður
Listi E: 702 atkvøður
Lógin sigur, at tá ein listi hevur fingið eitt umboð valt, so verður atkvøðutalið býtt við 2, og síðani við 3 og so framvegis.
Um vit brúka lista A sum dømi, so fekk hann 1.104 atkvøður. Listin fekk tí fyrsta býráðslimin. Síðani varð hetta talið býtt við 2. Tað gevur 552. Tað vil siga, at tá Listi E hevði fingið ein býráðslim, so átti Listi A aftur ein. Talið 1.104 varð síðani býtt við 3.
Talvan undir hesi greinini vísir fulla atkvøðutalið, og hvussu nógv tað gevur eftir at talið er býtt við 2,3,4 og 5. (Grøni liturin merkir, at valevnið fekk sess í býráðnum, og reyði liturin merkir, at valevnið vann ikki sessin).
Talvan vísir, at Listi B manglaði 6 atkvøður í, fyri at taka fimta býráðslimin frá Lista A, og hevði Listi E fingið 20 atkvøður færri, høvdu Listi A og B kunna skipað samgongu. Hinvegin so hevði Listi C við bara tveimum atkvøðum fleiri tikið 5. býráðslimin frá lista A, og harvið hevði verandi samgonga verið styrkt.
Men munur er á matematikk og politikki. Tað er ikki vist, at samansetingin av samgongu hevði verið so nógv øðrvísi, hóast onkrir býráðslimir høvdu verið skiftir út. Vit kunnu tó staðfesta, at fáar atkvøður høvdu kunna broytt úrslitið og harvið eisini møguleikarnar at skipa samgongu.




