Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hvør eigur nú ábyrgdina

Oliver Joensen

Í ólavsøkurøðu sínari vísti løgmaður til eina kanning, ið Havnar kommuna hevði gjørt um nøgdsemi hjá fólkapensjonistum í Havn. Úrslitið av kanningini varð brúkt sum prógv fyri, at pensjonistar í Føroyum hava tað gott og eru væl nøgdir. Út frá hesari niðurstøðu er sannlíkt, at pensjónin nú skal skerjast ella heilt avtakast, ikki bert í Havn, men hjá fólkapensjonistum um alt landið.

Seinastu árini hava verið merkt av nógvum “kanningum.” Hetta kann vera bæði gott og nyttugt, men kann sjálvandi eisini misnýtast. Við hvørt er lætt at avdúka, at sonevnda kanningin er bygd á ivasamt grundarlag og sjósett av skuggakendum lobbyistum. Flestu føroyingar munnu hava varhugan av, at kanningar í alt ov stóran mun ávirka ella mynda føroyskan landspolitikk. Obligatoriska KvF spælir við, og ávirkanin kann vera kynisk og beinleiðis skaðilig fyri økir og fólk í Føroyum.

Fyri kortum var drúgvt kjak um eina fólkaatkvøðu í samband við broytingarætlan í vallógini. Einki spurdist burturúr fólkaatkvøðu, men valdømini vórðu avtikin og við teprum politiskum meiriluta løgd saman í eitt, tá tað vísti seg, at veljarakanningar “prógvaðu”, at ein meiriluti av veljarum í Havn ynsktu hesa broyting, ið ikki fall í góða jørð hjá økjum uttan fyri høvuðsstaðin. Lokalir lobbyistar høvdu verið uppá spæl. Kundu økini leggjast saman í eitt, so var tað opportunt hjá politikarum at flyta pening frá útjaðaranum og nýta hann centralt. Úrslitið kenna vit øll.

Negativu avleiðingarnar merkjast dagliga hjá fólki uttan fyri Havnina. Sjónligastu dømini eru kanska áhaldandi sparingar á samferðslumøguleikarnar hjá ávísum økjum í landinum og “fjaldur skattur” í form av ferða-og uppihalds útreiðslum lagdur á sjúklingar, ið hava fingið ávísing til lækna í Havn, og skúlaflokkar, ið vitja skulu skúlar og mentanardeplar í høvuðsstaðnum. Jú, virðismunur er nú á føroyingum.

Líkt er til, at somu aktørar, sum framdu taktisku centraliseringina, aftur eru farnir at gera um seg. Miðlarnir kunngera úrslit av feskari veljarakanning, sum onkur politikari hevur latið gera. Úrslitið vísir, at veljarin m. a. vil hava tilfeingisgjøld, rúsandi løg í handlarnar, og at samkynd fáa loyvi at giftast við samkyndum.

Ein onnur kanning vísir, at neyðugt er við sálarfrøðingum í føroyska fólkaskúlanum, har støðan er skelkandi : Alt ov nógv børn ganga við tonkum um at forgera sær. Ræðandi, tá hugsað verður um allan peningin, vit gjalda fyri at børnini skulu hava tað gott og trygt í okkara lítla og friðarliga landi.

Tulking av kanningum, og hvat rætt og rangt er hjá landsstýri og løgtingi at gera, sýnist vera litið nøkrum fáum “serfrøðingum” til. Tá ein kanning vísti, at føroyskar kvinnur bert arbeiða eina helvt samanborið við kvinnur í øðrum londum, mælir “serfrøðin” til at geva burðarførum kvinnum meira í løn. Tær kunnu jú ikki vera á arbeiðsmarknaðinum, tí menninir eru nógv burtur í arbeiðsørindum. Aðrar kanningar hava víst, at føroyskar kvinnur eiga alt ov fá børn, sjálvt um tær bara arbeiða hálva tíð. Sama serfrøðin hevur áður víst á, at ynskja vit samfelagsvøkstur, mugu politikarar centralisera meira, men ikki lata seg lokka til at brúka pening uppá pensjonistar.

Nógv bendir á, at vit saman við einum valdømi fingu kynismu og populismu at stríðast við. Tað paradoksala er, at somu flokkar, sum avtóku valdømini, nú spyrja, hvat tað var, sum gekk galið, og hví allir borgarar í landinum ikki hava sama virði. Harafturat mæla teir veljarunum til at leggja sær væl í minnið og at venda flokkunum, ið skuldina hava fyri ójavna og misnøgd, blinda eygað til komandi val. Hvør man nú eiga ábyrgdina.