Er okkara føroyska flagg dygdarmerki, sum alheimurin hevur álit á, spurdi Jógvan við Keldu, m.a. í flaggdagsrøðuni.
Røðan Jógvan við Keldu, fyrrverandi borgarstjóri, løgtings- og landsstýrismaður helt í Klaksvík flaggdagin 2008
“Fari at lata sjálva flaggsøguna liggja”
Gott fundarfólk, kvinnur og menn, ung sum eldri!
Í røðu míni ídag, á hesum afturvendandi hátíðardegi, sum aftur er ein fagnan av føroyska merkinum, sum vit øll elska og virða, fari eg at lata sjálva flagsøguna liggja.
Eg fari ídag at seta mær sjálvum og okkum øllum spurningin: “Hvør er tjóðin aftanfyri okkara savningarmerki, hvussu stendur hon saman, hvussu skorða vit undir okkara mentanarlív, okkara vinnulívsfólk og okkara landsmenn, ið virka í vinnulívinum og sum geva okkara tjóð menning og framgongd”?
Hans Andreas Djurhuus yrkir so avbjóðandi “Teir ungu garparnir vinna sær gull, og vita til fulnar um teir falla frá, so eru tað aðrir, ið herja á…!”
Er føroyska merkið eitt dygdarmerki? Útinnir fólk okkara tílík framtøk, at tá fólk í øðrum londum síggja merkið, sanna tey, at hetta er merkið hjá dugnaligum og mennandi fólki, ið veruliga vil og er ført fyri at ráða sær sjálvum.
Eyðkennisfløgg við styrki og dygd
Merkini ella fløggini eru so ymisk við ymiskum týdningi. Hyggja vit at eyðkennis-fløggunum hjá eitt nú Microsoft, IBM, ella stjørnuni hjá Mærsk, so eru hetta ikki bert merki ella fløgg, men her er talan um veruliga styrki og dygd aftanfyri.
Mótsatt, hvussu fór ikki mangan kalt oman eftir bakinum fyri 20-30 ella fleiri árum síðani, tá vit í kommunistatíðini sóu “hamar og segl” flaggið hjá Sovjetsamveldinum. – Hetta er farið í søguna, og nýtt eyðkenni er komið ístaðin.
Jú sanniliga, munur er á, hvat aftanfyri er í flaggeyðkennunum.
Vit sóu eisini eitt nú í trongum tíðum, at neyðugt var hjá stórum parti av okkara fólki at flagga út!
“Vit vita til fulnar um teir falla frá, so eru teir aðrir, ið herja á”!
At heimurin broytist, er einki nýtt. At upp- og niðurgongdir hava verið, er so væl kent, at sveiggini hava verið ógvuslig eigur heldur ikki at koma óvart á okkum.
Mong mugu at herja á
Hetta verður eisini frameftir og kanska fara hesi fyribrigdi ikki at verða minni miskunnarleys. Tá er gott at leggja sær í geyma, at: “So eru teir aðrir, ið herja á”!
Okkara tjóð hevur higartil altíð duga at laga seg til broytingar!
Einki nýtt er heldur í, at føroyingar hava haft eina altjóðatrongd eina íverksetanar-
trongd, trongd eftir at seta pening í vinnulív. Hetta fer longur enn 100 ár aftur í tíðina. Tá var eisini soleiðis, at :”Teir ungu garparnir vunnu sær gull…!”.
Hetta er eisini veruleiki ídag, men nú við øðrum amboðum, tólum og við broyttum yrkishættum.
Her veitrar føroyska merkið! Her eru vit virdir á so mongum økjum
Føroyski ítrótturin, skótatilfeingið, tónleikalívið, telving, svimjing, fót-, flog- og hondbóltur seta dygd aftanfyri okkara vakra merki á hvítum dúki og við bláa og reyða krossmerkinum, bæði heima og úti! – “Teir ungu garparnir vinna sær gull..”! –Gullið kann eisini vera annað enn sjónlig heiðursmerki og sum kortini er við til tæna okkara fámentu tjóð og gera, at okkara merki verður virt!
Mangan er hugaligt, tá vit frætta tíðindi!!
Eru vit góðtrúgvin og naiv
Tó! -Tá føroysk fjølmiðlafólk spyrja ein fremmandan: “Hvat heldur tú um Føroyar?”. Hvat skal hesin neyðars fremmandi svara annað enn: “Hetta er eitt fantastiskt land!”
Her eiga vit at spyrja okkum sjálvi, eru vit bara góðtrúgvin og naiv?
Latið okkum minnast, at tað sum tekur ár at byggja upp, kann fara fyri bakka eftir fimm minuttum! At ein fremmandur svarar positivt? Sjálvandi er hann væl vandur!
Vinnuliga eru vit kend á altjóðamarknaðinum, har okkara føroyska merki veitrar, har okkara fiskivinna er burðardygg. Latið okkum fara væl um hesa vinnu, fara væl um tey dugnaligu og áhaldandi fólk, sum dagliga viðgera okkara tilfeingi og gera, at okkara framleiðsla kemur so nær brúkaranum sum gjørligt við høgari góðsku. Latið okkum seta okkara vinnulívsstríðsfólk høgt, eisini tá hesir vinna nógvan pening!
Eisini okkara útflutningur av øðrum vørum, sum hava sett síni spor frá designara-hondum innan klædnaídnaðín, arbeiði í fíggjarheiminum, á kunningartøkniøkinum. Latið okkum her bera merkið høgt og tryggja, at dygd er aftanfyri merkið.
Danskur hugburður kann vera ivasamur
Tit ungu eru framkomin og hava dagligt tøkniligt samstarv við allan umheimin. Tit hava tíðina fyri tykkum, og eru før fyri at menna tykkum sjálvi og land okkara.
At vit sum sjálvstýrandi fólk leggja okkum eftir størri sjálvbjargni er einki annað enn nátúrligt. – Vit eiga at stýra ímóti veruligum sjálvstýri, við egnum dygdarmerki!
Hinvegin – ídag eigur eingin ivi at vera um, at vit eiga at skorða undir dyggari samstørv við tey, ið vita betur enn vit á ávísum økjum, og tað eru tey ikki so fá.
Eftir krígslok hava vit framhaldandi tikið við donskum hugburði á flestu økjum, sum í sjálvum sær kann vera ivasamt, men vit føroyingar hava tíverri ikki í sama viðfangi nýtt tær leiðir og rásir, fyri at komið okkum longur út í heim, sum vit høvdu havt møguleikar til, umvegis samstarv við ávísar ríkisstovnar.
Spurt kann vera: Er hetta tápuligur stoltleiki, sum kann kallast dirvi uttan skil
Okkum tørvar tykkum ungu
Eg síggi fyri mær komandi ættarliðið, við útbúgvingum, víðskygni og við tí øktu altjóðagerðini vit síggja! Fara hesir “ungu garpar at vinna sær gull” og seta við dygd okkara reina, hvíta merki við bláða og reyða krossmerkinum víða hvar í heiminum.
Okkara land tørvar tykkum, ikki til at seta krøv til tað almenna, men sum í víðastu merking kenna skyldu í uppbygging av landinum og okkara framkomna býi Klaksvík, her okkara kommunuskrivstova var fyrsti almenni bygningur, ið flaggaði við føroyska flagginum. Hetta var áðrenn samtyktina. – Latið okkum standa saman.
Eg fari ikki her at svara spurningunum eg setti í byrjanini, um tað er dygd og styrki, ið stendur aftanfyri okkara merki, og hvør tjóðin er, sum stendur aftanfyri merkið, tí eitt merki er nú einaferð bara eitt merki. Spurningurin er tí , hvat er aftanfyri flagg okkara? Latið okkum øll gera okkara við teimum evnum skaparin gav.
Okkara mentan og aðrar
Sjálvsagt skulu vit hávirða okkara mentan, hon er okkara, men vit eiga sanniliga at hámeta aðrar tjóðir fyri teirra dygd og mentan. Vit eiga at hava dygt samstarv við tey, sum kunnu læra og geva okkum nakað, og tey eru ikki so fá.
Condoleezza Rice, fyrsta myrka kvinnan,sum hevur verið uttanríkisráðharri í USA sigur í endurminningum: “Mentan er nakað, vit kunnu taka til okkum. Eg kenni meg at hava eitt sterkt kensluborið samband við Russland… Tað er eitt og annað við ávís-um mentanum, sum vit bara taka til okkum. Hetta er sum kærleiki – tað ber ikki til at greiða frá, hví ein fær kærleika til annan.” – Latið okkum hava hesi orð í huga!
Mangastaðni eru Føroyar hámettar!
Til seinast fari eg at ynskja og biðja eftir, at okkara fámenta tjóð livir eftir kristnari fyrimynd, eftir etiskum reglum, vísir serstakt dugnasemi, stendur saman soleiðis, at bæði styrki, dygd, víðskygni og menningartrongd í felagsskapi stendur aftanfyri okkara vælumtókta savningarmerki, føroyska merki, og soleiðis gevur tí dygd og hevur týðiliga ávirkan í útheimi nú altjóðagerðin er inni á okkum.
Gud signi tykkum øll og verði við landi okkara í við- og í mótgongd í framtíðini.
Takk fyri!!!




