Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hvør er uppgávan hjá dómaraeygleiðaranum

John William Joensen

Tað er eingin loyna at skipanin við dómaraeygleiðarum hevur ikki virka til fulnar.

Sunnudagin komu dómararnir, ið dømdu dystin millum KÍ og B68 á Djúpumýru væl frá uppgávuni, men venjarin hjá B68, Petur Mohr, var alt annað enn nøgdur við framferðini hjá dómaraeygleiðaranum.
– Eg haldi tað verða út av lagið vánaligt at dómaraeygleiðarin fer at diskotera spælið hjá liðunum. Hann stóð í rúminum uttan fyri útskiftingarrúmið og kom við viðmerkingum um tað sum gekk fyri seg á vøllinum, nakað sum hevði huga at øsa leikararnar og tí seti eg eitt stórt spurnartekin við eygleiðaraskipanina, sigur venjarin hjá B68, Petur Mohr.