Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hvør hevur ræðisrættin?

Oliver Joensen

Fyrispurningur um húsini Eirargarður 14-16, settur Anniku Olsen, landsstýris­kvinnu, (at svara skrivliga eftir TS § 52a) Hvør hevur í dag ræðisrættin á húsunum Eirargarður 14-16.

Hvør hevur ræðisrættin?

Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a.

Fyrispurningur um húsini Eirargarður 14-16, settur Anniku Olsen, landsstýris­kvinnu, (at svara skrivliga eftir TS § 52a)

Hvør hevur í dag ræðisrættin á húsunum Eirargarður 14-16.

Viðmerkingar

Skeltið inn til høvuðsdyrnar vísir, at psykiatriski depilin hevur virksemi í húsunum. Orð sum psykiatri og demens standa á skeltunum við høvuðsdyrnar. Spurnartekin kann setast við, um skeltini geva rættar upplýsingar um fólkini, húsini vóru bygd til, og sum enn búgva í húsunum.

Eitt lítið, illa farið skelti sigur, at ein bústovnur er í húsunum. Men tá vit nú vita, at eitt sambýli fyri sálarliga menningartarnað fólk húsast har, so er einki skelti, sum sigur frá tí. Nógv av teimum, sum búgva í sambýli har, hava búð har, síðani húsini vóru bygd í 1980 sum ein bústovnur – ein pedagogiskur stovnur. Síðan 1.1.2012 er stovnurin rikin sum sambýli.

Sum skeltið uttan fyri dyrnar vísir, so eru tað tey sálarliga sjúku fólkini, sum eru mest sjónlig í bygninginum, meðan tey sálarliga menningartarnaðu hava mist sítt rásarúm, serliga tey stóru hølini í húsinum.

Tað kann eisini setast spurnartekin við, hvussu gagnligt tað er fyri seinment fólk og sálarliga sjúk fólk at húsast undir somu lon, og um øll kunnu vera felags um mennandi tilboð og stóru hølini í húsunum. Og hvat siga tey sjálvi, tey, ið duga og orka at seta orð á umstøðurnar, har tey búgva. Kanska eru øll ónøgd.

Húsini Eirargarður 14-16 vóru bygd í 1980 til bústovn fyri 48 sálarliga menningar­tarnað fólk, 12 í hvørjari eind. Peningurin at byggja hesi húsini fyri var bundin til júst hetta prosjektið.

Spurningurin er, hvør í dag hevur ræðisrættin á húsunum Eirargarður 14-16.

Hanus Samró

Løgtingsmaður fyri fólkaflokkin