Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hvør setur krøvini til Suðuroyar Sjúkrahús?

Helgi Abrahamsen

Í kjakinum um føðingar ella ikki føðingar á Suðuroyar Sjúkrahúsi hevur nógv verið tosað um krøv, sum mugu verða uppfylt, fyri at kvinnur kunnu eiga á sjúkrahúsinum. Men hvør setur hesi krøvini?

Í kjakinum um føðingar ella ikki føðingar á Suðuroyar Sjúkrahúsi hevur nógv verið tosað um krøv, sum mugu verða uppfylt, fyri at kvinnur kunnu eiga á sjúkrahúsinum. Men hvør setur hesi krøvini? Tað vil Jenis av Rana, løgtingsmaður hava at vita frá Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu.

Jenis av Rana vísir á, at á fundi sum verjufelagsskapurin fyri Suðuroyar Sjúkrahús, Vernd, herfyri skipaði fyri, vórðu færri og fleiri krøv nevnd. Millum annað varð frá politiskari síðu ført fram, at bæði narkosulæknar, serlæknar í kvinnusjúkum, barnalæknar, skurðlæknar við breiðum skurðførleikum og munandi økt játtan er ein treyt fyri at framtíðar suðuroyingar aftur kunnu verða bornir í heim á Suðuroyar Sjúkrahúsi.

“Fortreytin fyri at kunna nágreina bæði fíggjar- og manningartørvin er, at vit kenna tær objektivu treytirnar, sum ovasti heilsumyndugleikin, Sundhedsstyrelsen, setur. Ikki fyrr enn vit kenna hesar treytir ber til at hava eitt skilgrundað kjak og at seta eina realistiska kós,” sigur Jenis av Rana.

Hann spyr tí landsstýriskvinnuna hendan munnliga fyrispurningin:

“Hvørji skrivlig krøv frá Heilsustýrinum til ella viðvíkjandi Suðuroyar Sjúkrahúsi finnast, sum mugu verða uppfylt, fyri at sjúkrahúsið kann virkað sum góðkent føðistað?”

Spurningurin verður svaraður á tingfundinum í morgin.