Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hvør skal fáa – Anfinn ella Jóhannus ?

Meinhard Jacobsen. Msc. Fiskivinnufrøði.

Havi víst á og dokumenterað, at søgulig fiskirættindi í lógini liggja hjá persónum og feløgum, óheft av fiskiførunum. Tískil liggja fiskirættindi hjá felagnum Sp/f Gulenni og ikki á fiskifarinum Tummas T, hjá P/f HKO og ikki á fiskifarinum Vesturhavinum, hjá Sp/f Ågot og á ikki fiskifarinum Ågot osfr.

Havi víst á og dokumenterað,at søgulig fiskirættindi í lógini liggja hjá persónum og feløgum, óheftav fiskiførunum. Tískil liggja fiskirættindi hjá felagnum Sp/f Gulenni ogikki á fiskifarinum Tummas T, hjá P/f HKO og ikki á fiskifarinum Vesturhavinum,hjá Sp/f Ågot og á ikki fiskifarinum Ågot osfr.

 

Havi eisini víst á ogdokumenterað, attoskarættindini á Flemish Cap og makrelurin í føroyskum sjógvi var ikkisøguligt tilfeingi. Talan var um nýtt tilfeingi, sum einki felag hevði meirasøguligan rætt til enn onnur.

 

Munurinmillum søguligt og nýtt tilfeingi er tann, at meðan landsstýrismaðurin bert útskrivar fiskiloyvir til søguligatilfeingið (tað bleiv knýtt at feløgum í 1994), so bæði útlutar og útskrivar landsstýrismaðurin fiskiloyvir til nýtttilfeingi.

 

Havasomuleiðis víst á, atsøguliga føroyska makreltilfeingið 2000-2009 var uml. 30.000 tons, haravføroysk feløg áttu uml. 15.000 tons, sum landsstýrismaðurin útskrivaðifiskiloyvir til á hvørjum ári.

 

Í 2011– eftir at 30.000 tons vóru farin burturav – var talan um, atlandsstýrismaðurin í øllum førum hevði 120.000 tons av nýggjum makreltilfeingií føroyskum sjógvi, sum skuldi útlutast. Landsstýrismaðurin skuldi tískilútluta atgongd til virðir fyri 750-850 milliónir krónur til persónar og feløg.Havast skal í huga, at hetta eru árligar upphæddir.

 

Sumperspektivering pr. íbúgva, so svarar hetta til, at danskir myndugleikar høvduútlutað 12 milliónir tons árliga, svarandi til 75-85 milliardir krónur ellasvarandi til uml. 125 ferðir árliga blokkstuðulin úr Danmark. Rokni ikki við,at danir høvdu útlutað atgongd til árligar upphæddir av hesi stødd uttan viðgreiðum lógarheimildum og sakligum atlitum.

 

Høvuðsendamáliðvið lógini um vinnuligan fiskiskap, sum kom í 1994, var at verja føroysktbotnfiskatilfeingi, serliga høvuðsfiskasløgini tosk, hýsu, upsa og kongafisk.Fyri fyrstu ferð nakrantíð tilmælti Havstovan í 2010 at steðga allari toska- oghýsuveiðu, eftirsum hesir stovnarnir sambært Havstovuni vóru staðfestir at verakollapsaðir.

 

Tað vilsiga, at Kaj Leo, Høgni, Jóannes og Poul vóru fullgreiðir yvir aktuellu støðunaí føroyskum sjógvi – øðrumegin kollapsaðir og hinumegin eksploderaðarfiskastovnar samstundis – tá teir í 2011 settu seg saman at geralangtíðarsemjuna, sum skuldi verða grundarlagið undir framtíðar føroyskari  fiskivinnu.

 

Útlutaningav de facto 6 samtøkum (limunum í Felagnum Nótaskip) meginpartin. Umframt teyuml. 15.000 tons, sum var søguligu nøgdin hjá hesum feløgum, fingu teymeginpartin av restini við heilt serligum treytum (eginkvotur) samstundis sumlimirnir í t.d. Felagnum Línuskip – hvørs tilverugrundarlag var staðfest kollapsað– de facto heilt vóru hildnir uttan fyri býtið.

 

Táfiskirættindi hoyra til persónar ogfeløg og ikki fiskifør (eisini tey fiskirættindi, sum myndugleikinsambært lógina útlutar fyribils ogavmarkað fyri eitt ár í senn, so er í roynd og veru talan um, at myndugleikin velur út persónar og feløg(og ikki fiskifør) – tvs. avger, hvørjir persónar skulu hava og hvørjir ikkiskulu hava.

 

Altmeðan limirnir í Felagnum Línuskip sluppu og eru slopnir at sigla sín egnasjógv – avmarkaðir til at troyta eitt kollaðsað tilfeingi, sum hvørki leykendamálini í lógini um lívfrøðiliga ella búskaparliga burðadygga veiðu – sogenereraðu politiskt úvaldu feløgini yvirskot, sum eingin fyrr hevur sæð fyrr íFøroyum.

 

Eingingrundgeving er komin frá Kaj Leo, Jóannesi (Akseli), Høgna og Poul (og øllumeftir teir), hví ávísir persónar og feløg vóru vald út og onnur ikki. Hvar varatlitið til lívfrøðina og hvar var atlitið til endamálið í lógini, tá iðleisturin til langtíðarsemjuna varð lagdur í 2011 og sum landsstýrismenn síaðnihava hildið seg til?

 

Um nøvnverða sett á nakrar av persónunum (sum sambært Fiskimálaráðnum sjálvum vórueins stillaðir), so er torført at fáa eyga á hvørjar grundgevingarnar eru fyriat geva nøkrum og ikki øðrum.

 

Eittupplagt dømi kann takast í tveimum skyldmonnum, ið hava rættliga nógv tilfelags. Skyldmennirnir eru Annfinur Olsen og Jóhannus M. Olsen, teir erusystkinabørn. Feðgarnir eru ávikavist Jógvan Ingvard Olsen og Alfred Olsen,báðir fyrrverandi løgtingsmenn hjá sambandsflokkinum. Anfinn átti fiskirættindií Barentshavinum, til uppisjóvarfisk og til botnfisk í føroyskum sjógvi.Jóhannes átti fiskirættindi til botnfisk.

 

MeðanKaj Leo, Jóannes, Høgni og Poul við langtíðarsemjuni settu hurðina á víðan veggfyri Anfinni í sambandi við nýggja tilfeingið, so bleiv hurðin í roynd og verustongd fyri Jóhannusi. Talan var de facto um, at Johannis bleiv noktaður allaatgongd.

 

Í dager støðan tann, at Anfinnur eigur uppaftur fleiri fiskirættindi enn tey, hannátti, ímeðan Jóhannus eingi rættindi eigur longur. Øktu rættindini hjá Anfinnistava ikki bert frá tí, hann fekk við býtinum í langtíðarsemjuni. Hesi rættindihava eisini gjørt tað møguligt hjá honum at sanka í løður, so hann bæði hevurkunnað keypt ella yvirtikið onnur rættindi og hevur kunnað trimmað seg til at keypa á uppboðssølu í sokallaðunýskipanini. (flestu rættindini hjá Jóhannusi eru avhendað til Anfinn).

 

Kenniikki ítøkiligu umstøðurnar fyri hesum avhendingum, men meðan virðini hjáAnfinni øktust munandi m.a av gávuni, sum var pakkað inn í langtíðarsemjuna, sominkaðu virðini hjá Jóhannusi, tí honum de facto bert var loyvt at fiska avkollapsaðum fiskastovnum, sum ikki høvdu givið íkast til feløgini seinastuárini. Langtíðarsemjan skrivaði Jóhannus út úr søguni, og vit kunnu ikki fáa atvita, hvussu hann hevði megnað eina tillaging við einari tillutan sum henni, iðfall systkinabarninum í lut.

Limirnirí Felagnum Línuskip søktu myndugleikan um kreppuhjálp í 2009.

 

Hvørttað var tilætlað ella ikki, so hevði politiska til- og frávali av feløgum viðleistinum í langtíðarsemjan sostatt tann virknað, at skundað varð undireigaraskifti í teimum feløgunum, sum høvdu rættindini at fiska botnfisk undirFøroyum.

 

Spurningurinmá kunna setast: hví fingu Anfinn og Jóhannus ikki somu viðferð frá Kaj Leo,Jóannesi, Høgna og Poul? Hevur Jóhannus fingið nakra grundgeving fyri, hví athann einki skuldi hava, tá ið nú hann og Anfinn í útgangspunnktinum vóru einsstillaðir …?

 

Anfinnog Jóhannus eru ikki nakað eindømi. Havi sett upp ein stuttan lista við nøkrumpersónum, ið eg meti hava fingið ymiska viðferð. Listin vísir ikki eitt samlaðyvirlit, men bert nøkur dømir um persónar, ið vóru viðgjørdir ymiskt. Eg veitav góðum grundum ikki, um hesir persónar hava fingið nakra nøktandi frágreiðingum teirra tilluting, men onki hevur verði frammi alment um hetta.

 

Persónarnir,sum verða nevndir, mugu bera yvir við mær, um teir halda seg verða plaseraðar ískeivan bólk ella als ikki eiga at verða nevndir. Hetta er bert ein meting,hvar ið eigarar av nótarættindum og barentshavsrættindum eru teir, ið verðamettir at hava fingið relativt nógv og hinir persónarnir relativt lítið ogeinki hava fingið.

 

Tilvaldur

Frávaldur

Frávaldur

Grundgeving

Anfinn Olsen

Líggjas Johannesen

Bethuel Johannesen

?

Thorstein Mar Baldvinson

Hjaltur Poulsen

Eyðstein Poulsen

?

 

Grímur Lassen

Óli Lassen

?

Jákup Jacobsen

Eyðálvur Vang

Jonhard á Regni

?

Tummas Thomsen

Magnus Johannesen

Sámal Debes

?

 

Bjarni Kass

Tummas Hendriksen

?

Kristjan Martin Rasmussen

Johannes M. Olsen

Johan Joensen

?

 

Theodor Poulsen

Kjartan Poulsen

?

Hanus Hansen

Hálvdan Haldansen

Hans Andrias Poulsen

?

Diek Parlevliet ?

Dánjal í Skálum

Birgir Simonsen

?

 

Marner Lisberg

Jákup Pauli Hammer

?

 

Mikkjal Hammer

Hans í Líðini

?

 

Hálvdan Gudmundsen

Eyðvar Petersen

?

 

Bjarki Magnussen

Tummas Christophersen

?

 

Sólei í Selvindi

Bjarni Petersen

?

Osv

Osv

Osv

?

 

Tá eittalment starv verður lýst leyst og ein umsøkjari fær avslag, so hevur viðkomandikrav uppá grundgevingar fyri, hví hann ikki fær starvið. Hevði tað tí ikkiverið rímuligt, at Jóhannus og aðrir við honum fáa eina kvalifiseraðagrundgeving fyri, hví teir ella teirra feløg vóru vald frá og harvið heilt ellapartvís hava verið noyddir at avhenda síni søguligu rættindi til teir, ið blivuútvaldir.

 

Roknaði við, at Aksel V. Johannesen, Høgna Hoydal og Poul Michelsen sum tað fyrsta fóru at eftirmeta avleiðingarnar avlangtíðarsemjuleistunum, og í tann mun feilir vórðu staðfestir, at so  hesir blivu rættaðir beinanvegin.

 

Setti eisini mína vón til og hevði væntað, atAksel V. Johannesen, Høgna Hoydal og Poul Michelsen, ið fóru til val uppá at fremja veruligarbroytingar í fiskivinnuni eftir 2018, fóru at liva upp til sínu lyftir.

 

Frá 1. januar 2018 er støðan í grundini tann, atallir borgarar í landinum í útgangsstøðinum eru líkastillaðir (øll loyviruppsøgd) og allir borgarar í landinum hava tískil sama rætt til atgongd attroyta føroyskt tilfeingi í havinum. Gjørd gerð fær onga vend, og avgerðin í2011 kann ikki gerast til einkis. Harfyri er ikki sagt, at tað ikki ber til atbøta um skaðan og rætta íkomnu skeivleikarnar sum frægast.

 

Í lógaruppskotinum, sum nú liggur í vinnunevndinibendir tíverri einki á, at allir borgarar verða stillaðir eins, tvørturímóti.Diskriminerinandi leisturin hjá makrelsamgonguni frá 2011 er óbroyttur: talaner um, at ognarskapurin de facto verður staðfestur og teir fáu frávaldu, ið ennhava hórað undan, verða nú noyddir til heilt at geva skarvin yvir ella at gevaseg upp til teir, sum dugdu at tillagað seg – og endurtaka tillagingarlygninaso ofta, at hon er vorðin mestsum almennur sannleiki. Til Johannus og hansaralíkar er einki at heinta – teirra eftirmæli verður, at teir dugdu ikki attillaga seg … sum býarfútin segði í ævintýrinum ‘Hun duede ikke’ hjá H.C. Andersen: “tað var gott at vit sluppu avvið hana, tí eingin dugur var í henni”

 

Harleyfacadeacryl