Harleywoodpaint

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hvørki Finnland ella Føroyar raktu dagin

Jákup Ósá

Møguleikin fyri at fáa stig hjá Føroyum er størstur, tá mótstøðuliðið ikki rakar sín besta dag. Tann møguleikin kom í kvøld í Finnlandi, men Føroyar tóku ikki av, og so vann Finnland tepran 1-0 sigur.

Finnland manglaði sín besta leikara í Eremenko, og um tað var hetta sum ávirkaði liðið er óvist, men í øllum førum spældi Finnland við lágari leikferð allan dystin, har teir ongantíð heldur satsaðu nakað nevnivert frameftir vøllinum.

Føroysku leikararnir stríddust væl allan dystin, men nógvir raktu ikki sín besta dag leikliga sæð. Serliga hjá teimum á miðvøllinum gekk illa at fáa nakað samanhangandi spæl frammanfyri miðjuna. Sum fráleið blivu frustrasjónirnar størri og størri og at enda høvdu allir tríggir leikararnir á sentrala miðvøllinum fingið gult kort og harvið leikbann fyri komandi dyst. Í fyrra hálvleiki hendi nærum einki burtursæð frá eini løtu miskeiðis í hálvleikinum, tá Finnland fekk nøkur álop og eisini einsamalla málið í dystinum. Í seinna hálvleiki kom føroyska liðið betri við og onkuntíð var nær við. Men helst hevur møðin frá dystinum fríggjadagin eisini gjørt sítt til, at fleiri av skapandi leikarunum høvdu tað trupult hendan dystin. 

Dysturin ‘livdi’ tó allan dystin og spenningurin helst sær til seinasta bríksl. Tað sigur nakað um, at føroyska liðið hevur eitt ávíst støðið hóast tað ikki spælir upp til sítt besta. Men hesin dysturin verður nokk skjótt gloymdur, tí Finnland nyttaði ikki nógv, og Føroyar raktu ikki sín besta dag í einum dysti við fáum møguleikum, har Gunnar Nielsen tó hevði tvær framúr bjargingar.