Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hvussu gamal blívur fiskur?

Havstovan

Henda spurning seta nógv fólk sær sjálvum – og okkum á Havstovuni. Tað er ymiskt, hvussu gamal fiskur gerst. Summir gerast bert 3-4 ár, meðan aðrir verða meir enn 100 ára gamlir. Kongafiskur gerst gamal, og búrfiskur verður 150 ár, meðan nebbasild bert verður 5 ár

Henda spurning seta nógv fólk sær sjálvum – og okkum á Havstovuni. Tað er ymiskt, hvussu gamal fiskur gerst. Summir gerast bert 3-4 ár, meðan aðrir verða meir enn 100 ára gamlir. Kongafiskur gerst gamal, og búrfiskur verður 150 ár, meðan nebbasild bert verður 5 ár.

Tað er ofta soleiðis, at fiskar av somu ætt liva nøkulunda líka leingi.

Eitt dømi er toskafiskar, ið kunnu blíva 25 ára gamlir, t.d. toskur og hýsa. Tað er tó sera sjáldsamt at síggja so gamlan tosk í dag. Tó eru undantøk – hvítingsbróðir er í ætt við tosk, men hann gerst bara 5 ára gamal.

Les meira á www.hav.fo