Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Hvussu gongur á Mars?

Dávur Winther – Myndir: David Arge Klevang Pedersen

Havnamaðurin, David Arge Klevang Pedersen, sum er kendur í NASA og vítt umkring í heimi, hevur verið við til at menna eitt serligt myndatól til ferðina á Mars – David kemur til Klaksvíkar at greiðir frá – Í dag, leygardagin 9. apríl kl. 15.00 í Miðhøllini á Skúlatrøð.

Perseverance: Eitt ár á Mars
Fjarstýrdi rovarin, Perseverance, lendi á gongustjørnini Mars 18. februar 2021 og er nú liðugur við at kanna umstødunar á botninum á Jezero kratrinum, áðrenn leiðin gongur vídari til kantin av kratrinum – har man væntar, at líkindini fyri at finna tekin av forntíðar lívi eru størst.

“Flagship missiónin” hjá NASA skal kanna tað geologisku søguna á Mars, meta um líkindi fyri lívi, og finna tekin um forntíðar lív – sokallaðar biosignaturar, sum eru leivdir av bakteriellum vøkstri, ið er forsteinaðar í steinum.

Jezero kratrið er serligan áhuga vegna mátingar frá rúmdarferðum um Mars, sum vísa tekin um, at Jezero hevur verið fylt við vatni. Har eru klár tekin um vatnstreymar, ið hava ført botnfall við inn í kratrið, sum gera serstakliga góðar umstødur fyri bakteriellum vøkstri, sum vit kenna tað frá t.d. Australia.

Hetta fyrsta árið á Mars hevur Perseverance koyrt einar 3 km, gjørt hópin av kanningum og hevur savnað 7 royndir av jarðtilfari, sum skulu takast aftur til jørðina til náðgreiniligar kanningar. Tær kanningarnar, sum Perseverance longu hevur gjørt, hava staðfest hvat botnurin er gjørdur av, og tað er ikki heilt ókent fyri føroyingar – Basalt.

Slóðbrótandi rannsóknir

Hesar kanningar hava verið sera slóðbrótandi – Allarhelst mest fyri granskarar, tí hetta var als ikki væntað – og nú skulu hypotesurnar um geologisku søguna av Jezero umskrivast. Harumframt vísa kanningarnar eisini hvussu grótið hevur verið ávirkað ígjøgnum øldir, og um vatn hevur verið til stadar.

Kanningarnar og avleiddar hypotesur hava verið møguligar, grundað á PIXL tólinum (Planetary Instrument for X-ray Lithochemistry), sum er ment og bygt av einum internationalum granskaratoymi úr Danmarks Tekniske Universitet, har David hevur havt ein virknan leiklut, Jet Propulsion Laboratory (NASA) og University of Queensland (Australien) millum annað.

David Arge Klevang Pedersen hevur haft ein stóran leiklut í menningingi av tólinum, sum er roynt í Føroyum fyri at vissa seg um, hvussu tað endurgevur Basalt, sum hildið varð, eisini er á Mars. David hevur verið partur av granskaratoyminum, ið arbeiðir við kanningunum frá PIXL, sum myndatólið verður kallað. David fer at greida frá kanningunum hjá PIXL og hvussu fyrsta árið á Mars hevur gingið.

Tú kanst hitta David, og seta honum tínar spurningar um alt møguligt á Mars í sambandi við framløguna.

Tiltakið, har David Arge Klevang Pedersen greiðir frá við hópin døggfrískum myndum av Mars, verður í dag 9. apríl kl. 15.00 í Miðhøllini á Skúlatrøð.

Talan er um tiltak, sum skuldi verið á Torradøgunum, men varð avlýst vegna forall – og tí verður tað tikið upp aftur nú.

Alment tiltak – Øll vælkomin!