Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hvussu hjálpa vit best?

Tummas Larsen

Flóttafólkaskrivstovan hjá ST rópar nú varskó og sigur, at tey bara hava fingið helvtina av fíggingini, tey høvdu ætlað fyri árið í ár. Hetta er sjálvsagt ein stórur trupuleiki, og er eisini atvoldin til, at fleiri fólk rýma úr flóttafólkalegunum og leita sær norðeftir til Evropa frá sínum heimi og tí kenda.

Nógv verður tosað um hvørt Føroyar skulu taka flóttafólk heim ella ikki. Fólkaflokkurin hevur borið fram, at vit skulu hjálpa hesum fólkunum – sum hava upplivað so nógv ringt – í teirra nærumhvørvi. Hesum taki eg undir við.

Man kann aldrin meta eitt lív í pengum, men tað er eingin ivi um, at fígging má til, fyri at hjálpa hesum fólkunum. Og eg trúgvi, at vit fáa hjálpt nógv fleiri um vit senda pengar og aðra hjálp handavegin, ístaðin fyri at taka hesi stakkals fólk hendaveg. Bara kostaðurin av ferðing og bústøðum hevði verið kolosalur í mun til, hvat vit kundu gjørt fyri tey í sínum nærumhvørvi.

Flóttafólkaskrivstovan hjá ST manglar nú fleiri milliardir. Fleiri læknastovur eru stongdar og tað er mangul uppá mat, heiluvág og nógv annað. Vit kunnu sjálvandi ikki fíggja alt hetta, men vit kunnu gera okkara part. Vit kunnu eisini, td. senda útgerð og fólk handaveg.

Ofta verður sagt, tá tosað verður um at taka fólk til Føroyar, at vit kunnu ikki taka øll, men vit kunnu hjálpa nøkrum. Eg vil heldur venda tí við, og siga at vit kunnu ikki fíggja alt, men vit kunnu gera okkara part. Soleiðis hjálpa vit so nógvum fólki sum gjørligt.

Tummas Larsen