Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hvussu kunnu Føroyar brúka hægri lestur sum eitt amboð til samfelagsvøkstu

Oliver Joensen

Fyrilesturin verður á Østrøm ímorgin, týsdagin 26. februar kl. 20.00.

 Royndir úr Tromsø og Akureyri.

Kom á Østrøm týsdagin 26. februar kl. 20.00 og hoyr um, hvønn leiklut og hvørja ávirkan universitet kunnu hava í smáum útjaðarasamfeløgum.

Tveir serfrøðingar fara at greiða frá, hvussu universitet kunnu gerast eitt vakstraramboð í einum útjaðarasamfelagi.

Arbeiðsbólkurin, sum ger eina heildarætlan um fólkaflyting og fólkavøkstur, skipar fyri fyrilestrunum í samstarvi við Fróðskaparsetur Føroya.

Peter Arbo frá Universitetinum í Tromsø og Ingi Rúnar Eðvarðsson úr Háskóla Íslands eru bodnir til Føroya at umrøða hetta evnið.

Landsstýrismaðurin í mentamálum setir fundin, og Peter Arbo og Ingi Rúnar Eðvarðsson halda hvør sín fyrilestur og høvi verður at seta spurningar. Fyrilesturin hjá Peter Arbo verður á norskum og fyrilesturin hjá Inga Rúnar Eðvarðsson verður á enskum.

Eftir fyrilestrarnar verður høvi til eitt prát afturvið einum kaffimunni.

Nærri upplýsingar um tiltakið kunnu fáast við at venda sær til ErikuAnne Hayfield, Vinnumálaráðið, tel 55 60 75.