Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hvussu leingi situr restin líkasælt og bara lurtar

John William Joensen

Eftir at hava hoyrt borgarstjóran í høvuðsstaði okkara í Útvarpi Føroya ídag, at hann ikki er nøgdur, nú hann fær næstan alt, má onkur verða eftir, sum hevur ábyrgd, sum fer at kvaklast við og mótmæla hesum – ella!!!???

N.N.

Eftir í mong, mong ár at hava sprænt pening inn í høvuðsstaðin, pening, sum komin er úr vinnuni, skuldi ein roknað við, at føroysku kommunurnar og Føroya Fólk fóru at vakna og mótmæla útarmingina av økjunum úti um landið.

Í ævintýrinum hjá H. C. Andersen ”Eldførið”, var hermaðurin so frægur, meðan hann lyfti hundarnar av peningakistlunum, at hann fylgdi eygum teirra, meðan hann tók sær peningin, tí hann ivaðist í, nær teir fóru at leypa á, tá eyguni hjá tí størsta vóru so stór sum Rundatornið.

Tað ger Heðin Mortensen ikki, helst tí, at hann veit, at næstan alt svevur uttan um hann, tey sum sita yvir av honum í Tinghúsinum, og sunnantil úti á Nesinum.

Havnin og borgarstjórin, Heðin Mortensen, hava nú í mong, mong ár livað í einum ævintýri, og okkara løgting hevur bara sitið og givið viðhald. – Ídag síggja vit úrslitið. Tað kennist næstan, sum um borgarstjórin er vorðin í øðrviti.

Útjavning, ger borgarstjórin til, at um Havnin framhaldandi skal kappast við Keypmannahavn, London og aðrar stórbýir – synd at siga, at hann lýður av undirlutakenslum – so skal høvuðsstaðurin hava allan peningin, sum hann ídag – eftir “órætti” – fær og allan tann pening, sum restin av Føroyum enn varðveitir úti í økjunum. Hann heldur helst, at Havnin eigur alt, sum kemur inn, og so kann hon kanska lata okkurt burtur av til økini.

Hvussu leingi fer restin av Føroyum, kommunupolitikarar, løgtingsfólk, sum enn eru úti um landið og landsstýrið, bara at lata línuna ganga út?

N.N.