Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hvussu leingi skal Klaksvíkar Sjúkrahús bíða?

Nordlysid

Hetta spyr Jógvan Skorheim, borgarstjóri, sum undrast á, at tað tekur so drúgva tíð hjá landsstýri og løgtingi at finna útav, hvussu Klaksvíkar Sjúkrahús skal útbyggjast, samstundis sum nýggjar risa íløgur verða gjørdar í øðrum pørtum av sama heilsuverki.

Hetta spyr Jógvan Skorheim, borgarstjóri, sum undrast á, at taðtekur so drúgva tíð hjá landsstýri og løgtingi at finna útav, hvussu KlaksvíkarSjúkrahús skal útbyggjast, samstundis sum nýggjar risa íløgur verða gjørdar íøðrum pørtum av sama heilsuverki.

Í 90’unum fingu suðringarsítt sjúkrahús nýgjørt, og í 00’unum varð gjørd ein stór og kostnaðarmikilútbygging og nýgerð av Landssjúkrahúsinum. Samstundis sum hendan seinna útbygginginfór í gongd, varð sagt, at ein ætlan fyri útbygging av Klaksvíkar Sjúkrahúsiskuldi leggjast og eftirfylgjandi fremjast.

– Tað er tí heilt greitt, atKlaksvíkar Sjúkrahús nú í drúgva tíð hevur staðið fyri tørni at verða dagførtog útbygt, áðrenn enn fleiri millóna verkætlanir innan heilsuverkið verðaframdar aðrastaðni, sigur Jógvan Skorheim.

– Tí undrar tað meg, at landiðnú fer út við einari stórari útbygging av Landssjúkrahúsinum fyri hundraðtalsmilliónir aftrat, uttan at eitt kis hoyrist um útbygging av KlaksvíkarSjúkrahúsi, har bert okkurt hissini viðlíkahaldsarbeiði er sett í verk, menhetta hevur einki við útbygging at gera. Talan er bert um heilt neyðturviligtiltøk fyri at bøta eitt sindur um umstøðurnar.

Byggjaá Landssjúkrahúsinum
tosaum Klaksvíkar Sjúkrahús
– Tað sær út til, at KlaksvíkarSjúkrahús ikki verður mett sum ein javnbjóðis partur av heilsuverkinum, hóast taðvið lóg er ásett, at føroyska heilsuverkið fevnir um trý sjúkrahús!

– Tvær heilt ymsar mannagongdirtykjast vera galdandi fyri útbyggingar innan fyri sama heilsuverk, harútbyggingar av Landssjúkrahúsinum fara skjótt ígjøgnum umsitingarligu ogpolitisku skipanina, meðan hart tiltrongdar útbyggingar av KlaksvíkarSjúkrahúsi ikki kunnu fremjast, fyrr enn ein yvirskipað heildarætlan er gjørd!

– Ein skuldi trúð, at tað eisinivar neyðugt við heildarætlanum aðrastaðni í heilsuverkinum, áðrenn útbyggingarverða framdar, men eftir øllum at døma verður tað bara brúkt fyri útbyggingarav Klaksvíkar Sjúkrahúsi, og so hendir bara einki, sigur Jógvan Skorheim,borgarstjóri.

– Eg ivist ikki í, at allarútbyggingar hava sínar greiðu orsøkir og grundgevingar, men eitt mark má verafyri, hvussu leingi ein ávísur partur av sama heilsuverki kann verða forsømdur,alt meðan tað koyrir við fullari ferð við útbyggingum í øðrum pørtum.

– Slík mannagongd er óvirðilig,og eg vænti av landsstýrismanninum og løgtinginum, at neyðug stig verða tikin,soleiðis at Klaksvíkar Sjúkrahús nú verður útbygt og nýgjørt, áðrenn nakað víðariverður bygt út aðrastaðni.