Norðlýsið tann 4. Januar 2017: Løgmaður gjørdi greitt í samrøðu við Dag og Viku, gjárkvøldið, at Javnaðarflokkurin tók ikki undir við tilmælinum um eina leiðslu fyri tey trý sjúkrahúsini. Hann segði at landsstýriskvinnan í Heilsumálum arbeiðir tí við eini loysn, har Suðuroyar- og Landssjúkrahúsið verða undir einari leiðslu, meðan Klaksvíkar Sjúkrahús framhaldandi verður undir egnari leiðslu.
Norðlýsið tann 4. Januar 2017: Løgmaður gjørdi greitt í samrøðu við Dag og Viku, gjárkvøldið, at Javnaðarflokkurin tók ikki undir við tilmælinum um eina leiðslu fyri tey trý sjúkrahúsini. Hann segði at landsstýriskvinnan í Heilsumálum arbeiðir tí við eini loysn, har Suðuroyar- og Landssjúkrahúsið verða undir einari leiðslu, meðan Klaksvíkar Sjúkrahús framhaldandi verður undir egnari leiðslu.
Hóast vallyfti um trýggjar sjúkrahúsleiðslur, og hóast løgmaður i Degi og Viku gjørdi greitt at Javnaðarflokkurin tók ikki undir við at tey trý sjúkrahúsini skuldu leggjast undir ein super-sjúkrahússtjóra, var umboðið hjá Javnaðarflokkinum í Norðoyggjum í Degi og Viku í kvøld og gjørdi greitt at Javnaðarflokkurin nú stuðlaði avgerðini at seta ein super-sjúkrahússtjóra oman yvir verandi leiðslu í sjúkrahúsverkinum.
Hitt umboðið, hjá norðoyingum í løgtinginum, sum sjáldan ger almennar viðmerkingar, tók somuleiðis undir við avgerðini hjá landsstýriskvinnuni.
Føroya Løgmaður bukaður uppá pláss í egnum flokki?
Tann 4. Januar 2017 skrivaði Norðlýsið: …. hetta er eisini fult í tráð við vallyfti hjá Javnaðarflokkinum, sum lokalformaðurin í Norðoya Javnaðarfelag vísti á her á Norðlýsinum í okobermánaða í fjør:
”…. Javnaðarflokkurin fer ikki at góðtaka ein nýggjan yvirstjóra í sjúkrahúsverkinum. Hann ger greitt at Javnaðarflokkurin fór til val til síðsta løgtingsvalið uppá, 3 leiðslur og 3 sjúkrahús. Tað heldur Javnaðarflokkurin enn fast í….”
Aksel V. Jóhannesen, gjørdi greitt at hann var als ikki samdur við tilmæli um eina sjúkrahúsleiðslu.Hann helt hetta fór als ikki at gagna sjúkrahúsunum.
Løgmaður segði at breið politisk semja var annars um flestu tilmælini, sum eru í nógv umrødda álitinum um Heilsuverki og at tað tí var sera umráðandi at fáa alt tað sett í verk, sum semja var um.
Hann avdúkaði samstundis at landsstýriskvinnan arbeiðir við eini loysn har tað frameftir einans verða tvær leiðslur, nevniliga ein fyri Landssjúkrahúsið og Suðuroyar Sjúkrahús og so ein leiðsla fyri Klaksvíkar Sjúkrahús, sum er verandi leiðsla.
Meðan ein samdur leiðslubólkur á Klaksvíkar Sjúkrahús mælti frá at seta eina leiðslu í fyri tey trý sjúkrahúsini, mælti leiðslan á Suðuroyar Sjúkrahúsið til at Suðuroyar Sjúkrahús varð lagt undir ein stjóra í embætisverkinum í Havn og sum skilst á Løgmanni er hettan nú tað sum samgongan ætlar.
Aksel við greiðari fráboðan
Undir orðaskiftinum um Heilsunýskipan (2013) kom fram at partar av táverandi samgongu vildu hava ein stjóra fyri tey trý sjúkrahúsini, men undir orðskifinum kom Aksel V. Jóhannesen, sum tá var í andstøðu, við einum greiðum boðskapið til Løgtingið.
– Eg kann boða frá at Javnaðarflokkurin er samdur um at vit í Føroyum skulu hava trý sjúkrahús. Og vit eru eisini samd um at vit skulu framhaldandi hava tríggjar stjórar. Orsøkin er at vit meta at ein sentralur stjóri kemur at sita ov langt burtur frá stovnunum, sum hann skal stjórna og tað er altíð sera óheppið fyri stovnar at hava ein leiðslu sum er fráverandi. Harafturat kann landsstýrismaðurin í dag taka allar tær avgerðir sum ein slíkur stjóri ætlandi skuldi umsitið.
Norðlýsið skrivaði eftirfylgjandi: Formaðurin í Javnaðarflokkinum skala hava rós fyri at flokkurin er samdur og greiður í síni støðutakan – og vónandi fara allir flokkar nú eins og Javnaðarflokkurin at viðgera hesar spurningar í stórum álvara og koma til eina eins greiða niðurstøðu.
Hvussu lítið kostar Javnaðarflokkurin
Men í dag er greitt at Klaksvíkar Sjúkrahús verður lagt undir ein super-sjúkrahússtjóra í Havn.
Eftir stendur at Javnaðarflokkurin hevur í hesum sera týðandi málið fyri fyri Norðoyggjar, vent 180 gradir og vit kundu hóskandi spurt hvussu bíliga, hesi løgtingsfólkini, sum kunnu takka norðoyingum fyri heita sessin í tinginum, hava selt seg.




