Tað fáa vit eitt boð uppá sunnudagin kl. 16.00, tá tónleikarar úr Musikkskúla miðnámi hjá Tórshavnar musikkskúli hava konsert í Norðurlandahúsinum. Konsertin er triðja og seinasta í røðini “Tónleikarar á veg” í ár, og hetta verður tann sonevnda cross-over konsertin, har klassisku og rútmisku tónleikaheimirnir koma saman.
Høvuðsevnið á konsertini í ár er minimalisma, men fyribrigdið verður rúmkað eittsindur og sett saman við improvisasjón og nýskrivaðum føroyskum tónleiki.
Tað liggur í orðinum “minimalisma”, at so lítið sum gjørligt skal nýtast til atrøkka tí endaliga úrslitinum. Rúm og tíð verða avbjóðað á hesi konsertini ogfrumevnini koma fram: Vatn og vindur, tøgn og meldur.
Umframt verk eftir tvey av høvuðsnøvnunum innan minimalismu, Steve Reich ogTerry Riley, verður tónleikur eftir Teit Lassen, Trónd Bogason og Kristian Blak at hoyra. Verkið hjá Kristiani Blak, Vatn og vindur, er skrivað til høvið og verður tískil frumframført.
Alt framført við spælihugi og markleysum opinleika av ungu tónleikaspírunum áMusikkskúla miðnámi.
Bernharður Wilkinson leiðir framførsluna av verkinum hjá Kristiani Blak, meðansamskipararnir Kim Kristensen og Ólavur Jakobsen, við hollari hjálp frá JohanHentze, hava vant við ungu tónleikarunum.
Tónleikarar á veg er eitt samstarv millum Norðurlandahúsið, Tórshavnar Musikkskúla og Miðnám.




