Tað hevur almennan áhuga, um løgmaður hevur selt veiði-/fiskiloyvið, fingið “pengar í lumman” og hvussu nógv hann hevur goldið í skatti av pengunum, hann fekk fyri søluna.
Munnligur fyrispurningur til Løgmann um sølu av fiskiloyvi
1: Hevur løgmaður brúkt møguleikan í lógini um vinnuligan fiskiskap at umseta veiði-/fiskiloyvi?
2: Hvussu nógv fekk løgmaður “í lumman” tá hann umsetti veiði-/fiskiloyvið?
3: Hvussu nógv rindaði løgmaður í skatti av pengunum hann fekk tá hann umsetti veiði-/fiskiloyvið?
Viðmerkingar:
Undir orðaskifti í Løgtinginum 31. mars 2016 svaraði løgmaður noktandi, tá hann var spurdur um hann hevði brúkt møguleikan í lógini um vinnuligan fiskiskap at handla veiði-/fiskiloyvi.
Nú er tað komið fram, at løgmaður átti part í Klakki, og seldi sín part í 2003.
Løgmaður er ein av teimum, sum talar harliga ímóti umsetiligheit, har handlað verður við veiði- og fiskiloyvum. Tí hevur tað áhuga at fáa at vita, um løgmaður, ímóti tí hann sjálvur heldur er rætt, hevur fingið “pengar í lumman” við at selja veiði-/fiskiloyvið.
Hóast skattaviðurskiftir eru ímillum Taks og avvarandi persón/felag, hevur løgmaður gjørt seg til talsmann fyri, at eitt ávíst felag skal almannakunngerða sína sjálvuppgávu.
Tað hevur almennan áhuga, um løgmaður hevur selt veiði-/fiskiloyvið, fingið “pengar í lumman” og hvussu nógv hann hevur goldið í skatti av pengunum, hann fekk fyri søluna.
Um løgmaður onki hevur at krógva er væntandi, at hann almannakunngerð øll viðurskiftir, sum hava við nevndu sølu at gera.
Munnligur fyrispurningur til Hendrik Old, landsstýrismann um Hvalbiar- og Fámjinstunnilin
1: Verður linjuføringin á nýggja Hvalbiartunnlinum soleiðis sum suðuroyingar
ynskja hana?
2: Hevur landsstýrismaðurin kanna møguleikan at gera Hvalbiar- og Fámjins tunnil samstundis?
3: Hvørjar fyrimunir sær landsstýrismaðurin í at bjóða Hvalbiar- og Fámjinstunnil út sum eina samlaða verkætlan?
Viðmerkingar
Hóast suðuroyingar í langa tíð hava gjørt vart við, at linjuførðingin til nýggja Hvalbiartunnilin, sum Landsverk hevur arbeitt við, ikki er nøktandi, er ætlanin ikki broytt.
Fyri at bøta um farleiðina til Fámjin, er neyðugt at gera ein tunnil til bygdina. Tað hevði ligið væl fyri at gjørt báar verkætlarnar, Hvalbiar- og Fámjinstunnilin samstundis, og á tann hátt fingið dagført farleiðina til Fámjin bæði skjótari og bíligari.
Tí verður spurt hvørjar fyrireikingar landsstýrismaðurin hevur gjørt viðv. Fámjinstunnlinum, nú arbeiði við Hvalbiartunnlinum skjótt verður bjóða út.
Jacob Vestergaard,
løgtingsmaður




