Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hvussu nógvar kommunur?

John William Joensen

Nú verður nógv umrøtt, hvussu nógvar kommunur vit skulu hava í Føroyum.

Hetta málið er bert viðgjørt í álvara eina ferð fyrr, og tað var tá ið embætismenn í Kansilínum hjá okkara einvaldskongi Kristian VIII í átjanhundraðogfjørutiárunum snikkaðu saman eitt uppskot til kommunulóg fyri Føroyar. Tað var hetta uppskot, sum varð viðgjørt í eini kendari bók frá 1850: Et embeds-aristokratisk Udkast til en Communallov for Færøerne angrebet med stadigt Hensyn til Grundloven og Localiteterne af Niels Wither, Færing og examinatus juris.

Sambært hesum uppskoti skuldu í Føroyum vera átta kommunur. Hvørt prestagjald skuldi vera ein kommuna, men í Suðurstreymoy skuldu vera tvær. Har skuldi ikki bert prestagjaldið verða skrætt sundur millum hesar báðar kommunurnar, men sjálv Tórshavnar sókn skuldi býtast sundur. Tí fingu vit seinni ikki bert Tórshavnar kommunu, men eisini Tórshavnar uttanbíggjar sóknar kommunu, sum fevndi um tær bygdir, sum ikki sluppu at vera saman við hinum sóknarbørnunum, sum gingu í Havnar kirkju.

Hesar stóru kommunur hóskaðu ikki til føroyska veruleikan. Føroyingar eru fyrst og fremst góðir við sína bygd, og hava lítið álit á, at viðurskiftini í bygdini kunnu gerast betri av tí at onkur úr grannabygdini skal skipa fyri. Tí vórðu tær átta kommunurnar ikki langlívaðar, og talið vaks upp í hálvthundrað.

Nú er so tað hent, at landsmyndugleikarnir støðugt hava lagt størri og størri útreiðslur á kommunurnar og kravt at fyrisitingin skal vera undir umsjón frá landsins myndugleikum. Tað, sum hendir, er, at landsmyndugleikarnir vilja sleppa at brúka fleiri pengar. Í staðin fyri sjálvir at leggja skattir á borgararnar, áleggja teir kommununum at krevja hesar eykaskattir upp.

Hvat skulu borgararnir gera fyri at sleppa undan avleiðingunum av hesum snildum?

Ein máti er sjálvandi at gera nakrar kommunur, sum eru so stórar og sterkar, at tær kunnu standa móti trýstinum frá landsins myndugleikum.

Hetta fer tó ikki at henda við tí uppskoti til kommunulóg, sum nú er lagt fram. Hesar kommunur eru ov smáar og kunnu ikki hava ta styrki, sum neyðug er fyri at verja borgararnar.

Skuldi henda loysn verið vald, so er í veruleikanum bert ein møguleiki, og hann er at vit nýta ta loysn, sum kend er frá søguni, tá Tórshavnar sókn varð deild í tvær kommunur. So fáa vit eina kommunu, sum fevnir um núverandi Tórshavnar kommunu, og eina, sum fevnir um hinar Føroyar. Tað er einki argument, at tann nýggja Tórshavnar uttanbíggjar kommuna ikki er landafrøðiliga áføst. Tað var tann gamla Tórshavnar uttanbíggjar kommuna heldur ikki!

Henda loysn hevði havt tann fyrimun, at tann veiki meirilutin í Føroyum fekk ta størstu kommununa, og tað hevði verið ringt hjá myndugleikunum at misbrúkt kommunuskipanina so sum teir gera í dag, tá teir sjálvir sleppa sær undan skattaálegging og leggja hana á kommunurnar.

Hin møguleikin er at kommunurnar verða avtiknar.

So hava vit ein myndugleika, sum krevur upp skatt. Gerst skatturin ov høgur, so vita øll hvør ið er at lasta fyri hetta, nevnliga landsmyndugleikarnir.

Lítið er at frykta fyri, at hetta fer at vera verri fyri bygdirnar sum samfeløg, tí føroyingar fara framvegis at kenna seg sum bygdarmenn og fara at vilja gera nógv fyri at fáa sína egnu bygd at blóma. Hesin hugburður er eldri enn kommunuskipanin og fer eisini at ráða, eftir at tann skipanin er farin í gloymskunnar hav.

Zakarias Wang