Eitt sera umráðandi mál hjá kommununi og stovnum okkara er at menna og tillaga tey tilboð, ið veitt verða. Eitt týðandi fet á hesi leið er at spyrja bæði foreldur og starvsfólk, hvussu tey meta um tær tænastur, veitingar og umstøður, sum barnaansingarøkið hevur at bjóða.
Eitt sera umráðandi mál hjá kommununi og stovnum okkara er at menna og tillaga tey tilboð, ið veitt verða. Eitt týðandi fet á hesi leið er at spyrja bæði foreldur og starvsfólk, hvussu tey meta um tær tænastur, veitingar og umstøður, sum barnaansingarøkið hevur at bjóða.
Nú verður farið í holtur við at gera eina dagførda nøgdsemiskanning av barnaansingarøkinum hjá Klaksvíkar Kommunu. Kommunan gjørdi líknandi kanning í 2010, og tí er møguligt at gera samanberingar, so vit kunnu síggja hvussu gongdin er, og um tað eru serligar avbjóðingar, sum hond skal takast um, og hvørjar tillagingar og justeringar, tørvur er á at gera.
Royndir aðrastaðni vísa, at neyvt samband er millum innan- og uttanhýsis nøgdsemið, og tí verða bæði foreldur og starvsfólk spurd um teirra fatan av støðuni á stovninum.
Stovnarnir í Klaksvík eru sera ymiskir, og tað skulu teir framhaldandi vera. Ætlanin við kanningini er at geva hvørjum einstøkum stovni amboð til at eftirmeta og menna og harvið geva eina dygdargóða tænastu.
Sjálv kanningin byrjar í viku 14, tá ið starvsfólkini fáa spurningar sendandi. Í viku 17 verða spurningar sendir foreldrunum, og ætlanin er, at endaliga úrslitið av nøgdsemiskanningini í Klaksvíkar Kommunu fyriliggur um miðjan juni 2014.
Brúkarin verður á henda hátt tikin við í, hvussu tænastan skal síggja út í framtíðini – nakað, sum vit meta at vera av stórum týdningi. Foreldur skulu kenna seg trygg við tey tilboð, kommunan bjóðar teirra børnum.
Júst hetta økið hevur sera stóran samfelagsligan týdning, tí uttan tann dagliga innsats, sum námsfrøðingar og onnur starvsfólk innan dagstovnaøkið gera hvønn einasta dag, ja, so steðgaði samfelagið upp, og arbeiðmarknaðurin hevði slettis ikki kunna virka. Tí er eisini ógvuliga umráðandi, at vit í nøgdsemiskanningum okkara eisini hoyra sjónarmiðini hjá starvsfólkunum.
Ætlanin er, at hetta skal vera ein afturvendandi kanning, so vit altíð hava dagførda støðulýsing av okkara stovnum.
Klaksvík, 27. mars 2014
Jóhann Lützen,
formaðurin í trivnaðarnevndini børn & ung




