Gunnar Gallstein: Vit skulu ganga beint ímóti streyminum og innrætta okkum soleiðis, at livihátturin verður, sum hann hóskar best til føroyingin í Føroyum. Vit skulu í stóran mun framhaldandi dúva uppá siðbundnu kroppsligu vinnurnar, sum alla aðra staðni í “framkomnu” londunum doyggja út.
eftir Gunnar Gallstein
Tað eru í høvuðsheitum tvey sløg av samfeløgum til: lat okkum kalla tey A og B
A.
Borgarin er til fyri samfelagsins skuld. Borgarin er evnaður til, soleiðis at hann passar sum fótur í hosu í stóra samfelagsputlispælið. Hitt slagið er
B.
Samfelagið er til fyri borgarans skuld. Samfelagið er skipað soleiðis, at tað gevur pláss fyri menniskjansligum margfeldi, og í størst møguligan mun fremur menningina av tí einstaka.
Í næstan øllum londum er talan um model A, og hetta modellið vinnur støðugt meira fram.
Hvat sigur søgan okkum?
Næstan allar tær politisku lærurnar, heimurin higartil hevur upplivað, eru model A: kommunisman, sosialisman, nazisman, facisman og allar aðrar einaræðishugsjónir eru soleiðis háttaðar, at neyðugt er at evna fólkatilfarið til, so at tað hóskar til modellið.
Søguliga sæð hevur evropeiska meginlandið altíð kent stóra trongd til at seta sum mest í bás og at skipa samfelagið úr erva. Meðan Ongland í størri mun hevur roynt at tryggja einstaklinga frælsi og fjølbroytni.
ES er model A í øðrum potensi
Meginparturin av Evropa er nú í ES, og meginlanda mentanararvurin, tá talan er um stýrislag, avnoktar seg ikki.
Alt skal skipast sum ein ovurstór maskina, niður í smálutir: agurkurnar skulu vera ímillum 42 og 45 cm langar, súreplini hava eitt ávíst skap og viga 75 gramm o.s.fr. Við einum ótali av reglugerðum skipar staturin fyri, hvussu einstøku borgararnir skulu bera seg at.
Eisini einstøku borgararnir skulu lagast til: tað byrjar í vøggustovuni, og heldur so fram ígjøgnum barnagarðin, forskúlan, barnaskúlan og vaksnaskúlarnar. Og so seinni aftur ellisheimini og deyðsheimini.
Eftir 1-2 ættarliðum verður alt ein grá, keðilig, einsháttað fjøld sum passar neyvt til A-formin.
Føroya lands støða í dag
Vit eru í dag uttan fyri ES. Men tað eru veldigar kreftir, sum royna at draga okkum tann vegin. Tað fer eisini frameftir at verða lagt støðugt størri trýst á okkum, at noyða okkum uppí.
Drátturin: propagandan er øgilig. Har er alt so gott, ES er tann stóra fyrimyndin. Vit mugu royna alt tað, ið vit eru ment, at gera tað júst á sama hátt her hjá okkum, sum tey hava tað á meginlandinum. Barsilsskipanir, náttarlív, gifta av samkyndum, alment stuðlaðir leigubústaðir o.s.fr., o.s.fr. Endamálið er, at tað skal als ikki vera munur á at búgva í Føroyum og at búgva í Gentofte ella í einum forstaði til Bruxelles!
Trýstið: Tað kennist órógvandi fyri ES, at grannar eru uttanfyri. Teir royna á ymsan hátt at fáa okkum uppí. Men nú eina tíð eru teir so siviliseraðir, at tað hóskar ikki at nýta beinleiðis harðskap; tí verður roynt við lokabrøgdum. Og tveir “føroyskir” fólkatingsmenn arbeiða nátt og dag fyri at fáa okkum uppí.
Trýstið fer ivaleyst at vaksa í stórum frameftir, so hvørt sum føroyska oljan nærkast.
ES er eitt krakkaveldi uttan líka, og eitt forsyrgjara- og formyndarasamfelag, sum heimurin ikki áður hevur sæð, og har einstaklingarnir fáa støðugt minni rásarúm.
Føroyar eru eitt av smæstu londum heimsins, her er betri at búgva enn nakra aðra staðni, og Føroyar eru eitt ómetaliga ríkt land. ES-skipanirnar hóska ikki á nakran hátt til okkara, og heilt víst er tað, at føroyingar hvørva heilt, um vit fara har uppí ES.
Nú er okkara lagnu tími
Vit eru í einari einastandandi støðu, tann lagaliga løtan er nú, og vit eiga ikki at drála ov leingi við at taka neyðugu stigini..
Vit skulu ganga beint ímóti streyminum og innrætta okkum soleiðis, at livihátturin verður, sum hann hóskar best til føroyingin í Føroyum. Vit skulu í stóran mun framhaldandi dúva uppá siðbundnu kroppsligu vinnurnar, sum alla aðra staðni í “framkomnu” londunum doyggja út.
Vit skulu hava eitt B-model samfelag: eitt samfelag við mest møguligum frælsi til einstøku borgarnar, og eitt samfelag við lágum skattum, har borgararnir í nógv størri mun enn í dag skulu hava ábyrgd av sær sjálvum.
Formyndara- og eftirlitsskipanin skal avtakast: allir stovnar, løntar yvir- og undirnevndir, kærunevndir og yvirkærunevndir og ráð, sum vit kunnu vera fyri uttan – og tað eru næstan øll! – verða avtikin, og eftirverandi stovnarnir skulu í størst møguligan mun einskiljast. Stovnarnir fara í øllum førum at minka nógv, tí starvsøkir teirra í stóran mun hvørva.
Einstakir kjarnustovnar sum barnaskúli og sjúkrahús verða framhaldandi almennir, men privát virksemi verður eisini loyvt á hesum øki.
Hægri lestur verður privátmál. Tað er skeivur politikkur – við almennum pengum – at royna at gera alt fólkið til akademikara, tí okkara samfelag fer ongantíð at hava tørv á øllum hesum akademikarum.
Heilsufrøðiliga starvsstovan verður avmarkað til einans at taka sær av útflutnings matvinnuni. Alt fjasið við eftirliti við og løggilding av hjøllum, flettingarborðum o.tl. verður at steðga alt fyri eitt. Matvørulógin fyri føroyingar verður avtikin.
Einasti almenni stovnur, sum verður útbygdur, verður uttanríkistænastan.
Tað hoyrist ofta, at størsta vandamálið í framtíðar framkomna samfelagnum er, at tey eldru gerast størri partur av fólkinum, samstundis sum tey produktivu fækka.
Við samfelags umskipingini, sum her verður lagt upp til, verður ein hópur av frískum og røskum fólki loyst frá óneyðugum og ónyttuligum arbeiði og kann flytast í produktiva vinnu. Her verða tvær flugur fingnar í einum høggi!
Landsskatturin verður avtikin; mvg og onnur gjøld skulu fíggja landsfyrisitingina. Kommunuskatturin verður varðveittur. Tað merkir, at peningurin i nógv størri mun verður í lummum borgaranna; teir skulu í størri mun ráða fyri, hvussu teir nýta pening sín.
Vit fáa eitt frælst samfelag, sum sjálvt ger av, hvussu ið tað innrættar seg. Tá verða tað ivaleyst mangir burturfluttir føroyingar, sum fara at tráa heimaftur. Og teir verða sjálvandi hjartaliga vælkomnir.




