Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Hvussu sleppi eg til Malta?

Jóhann Lützen

Hetta man verða tann mest setti spurningurin hjá øllum KÍ fjepparum, eftir at KÍ trekti Birkirkara úr Malta í Europa League fyrr í dag. Norðlýsið hevur kannað málið

Hilmar Danielsen, fíggjarleiðari hjá KÍ sigur við Norðlýsið at KÍ skipar ikki fyri charter-túri í ár. 

– Vit vísa til Fonn Flog og Atlantic Airways. Tað er so heppið at Atlantic Airways nettup flýgur til Malta, so KÍ fjepparar kunnu venda sær til antin Fonn Flog ella Atlantic Airways. 

Vit á Norðlýsinum gera skjótt av og venda okkum til Árna Olsen, marknaðarleiðara á Atlantic Airways, at frætta nærri. 

– Tað var við spenningi at vit fylgdu við lutakastinum hjá KÍ, og nú tað gjørdist Malta eru vit í holt við at gera eitt sera gott tilboð til KÍ fjepparar. Vit koma at lýsa í Norðlýsinum, so øll fáa bestu kunning, sigur Árni Olsen. 

Tað er lítið at ivast í, at røsku fólkini á Fonn Flog fáa nakað at gera næstu dagarnar. 

 

Fonn Flog hevur tlf nr. 47 63 63

Atlantic Airways hevur tlt nr. 34 10 00

 

Harleywoodpaint