Fimti skeiðsdagur í Tjóðveldi verður í ungmannafelagshúsinum Kelduni í Skálavík leygardagin 22. mars kl. 14-17. Tá fara Kjartan Hoydal fiskifrøðingur, Erla Olsen lívfrøðingur og Gunnar Bjarnason búfrøðingur at hava framløgur, ið snúgva seg um okkara lívfrøðiliga tilfeingi á sjógvi og landi. Skeiðsdagurin er fyri øll áhugað.
Skeiðsdagur í Skálavík:
Fimti skeiðsdagur í Tjóðveldi verður íungmannafelagshúsinum Kelduni í Skálavík leygardagin 22. mars kl. 14-17. Táfara Kjartan Hoydal fiskifrøðingur, Erla Olsen lívfrøðingur og Gunnar Bjarnasonbúfrøðingur at hava framløgur, ið snúgva seg um okkara lívfrøðiliga tilfeingi ásjógvi og landi. Skeiðsdagurin er fyri øll áhugað.
Kjartan Hoydal fer at leggja fyri viðat taka upp spurningin: Hvussu umsitavit livandi tilfeingið í sjónum – fólksins ogn – burðardygt, búskaparliga oglívfrøðiliga?
Harnæst ferErla Olsen at hava framløgu um náttúru- og umhvørvispolitikk við denti á einarburðardyggar Føroyar. Hon spyr, um viðbrekna føroyska náttúran er óspilt, oghvat skal til, fyri at náttúrutilfeingið á landi verður gagnnýtt burðardygt?
GunnarBjarnason búfrøðingur fer at greiða frá, hvussu vit læra okkum at “lesalandið”. Hansara framløga fer at snúgva seg um, hvussu vit nýta lendið, eitt núvið atliti at burðardyggum hagabiti. Eisini fer Gunnar at hugleiða um, hvussuvit nýta lendið í dag, t.d. til bygging og vegagerð.
Skeiðsdagurfyri øll áhugað
Øll eru væl komin atverða við á skeiðsdegnum, sum hesaferð verður í ungmannafelagshúsinum íSkálavík leygardagin 22. mars kl. 14-17. Vinaliga teknið tykkum á telduposti: loysing@olivant.foella ring á telefon 229946 ella 224698.
Hyggið á FB-síðuna Politiskir Skeiðsdagar, har meirakunning er at fáa.




