Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Hvussu verður við Summarfestivalinum

Jóhann Lützen

Vit hava fingið orðið á Erik Biskopstø, stjóra fyri Summarfestivalin

– Vit fyrireika okkum til at halda ein mest sum vanligan Summar Festivalin fyrsta vikuskiftið í august, og nú heilsufakligi myndugleikin boðar frá, at ólavsøka kann haldast nærum sum vant, eru útlitini fyri Summar Festivalinum 2021 góð, sigur Erik Biskopstø, stjóri fyri Summarfestivalin.

– Vit hava varisliga, men miðvíst fyrireika okkum til hava Summarfestivalin í ár, og vit verða til reiðar at hava festivalin í august, sigur hann við Norðlýsið.