Nú ein dagin frættist, at ein almennur stovnur í Havn var á starvsfólkaútferð í Klaksvík 🙂
Nú ein dagin frættist, at ein almennur stovnur í Havn var á starvsfólkaútferð í Klaksvík 🙂
Tað er blivið alt meira vanligt, at fyritøkur og stovnar halda starvsfólkadagar, har farið verður ein túr at vitja ymisk pláss kring landið.
Herfyri hevði ein almennur stovnur í Havn gjørt av, at hesaferð skuldi leiðin hjá starvsfólkunum liggja norðureftir, har Klaksvík var partur av skránni fyri túrin.
Farið varð við bussi avstað, og ivaleyst vóru onkrir av høvuðsstaðarbúgvunum spentir at síggja hin nógv umrødda, metstóra og flotta húkin, sum klaksvíkingar so sera hóskandi hava sett upp í fyrstu rundkoyringini tá ið ein kemur úr Norðoyatunlinum til fiskivinnuhøvuðsstaðin.
Tá ið bussurin nærkast rundkoyringini, sótu fólk so sera hugtikin og eygleiddu henda stóra og blanka húk.
Tá lat í einum í ferðalagnum: – Hygg! Har er krókurin!! [hɪk: hǨTM)a:ɹ ǨTM):ɹ khɹǢu:khɪɹɪn]
J J J




