Hýsa kann nú innflytast tollfrítt til ES, eins og kvotan á innfluttum rækjum hækkar munandi. Hetta var úrslitið eftir seinasta felagsnevndarfund millum Føroyar og ES í summar, og er avgerðin nú sett í gildi.
Frá september 2006 kundu Føroyar byrja at útflyta frysta hýsu uttan toll til ES-marknaðin. Og frá 1. januar 2007 hækkar tollfría rækjukvotan til ES-marknaðin úr 3000 upp í 4000 tons. Í 2008 hækkar kvotan til 5000 tons og í 2009 til 6000 tons. Treytin fyri at kvoturnar hækka er tó, at føroyingar í minsta lagi nýta 80% av rækjukvotuni – tað vil siga í minsta lagið 3200 tons næsta ár, fyri at kvotan hækkar aftur í 2008.
Broytingarnar í handilssáttmálanum millum Føroyar og ES eru at finna á heimasíðuni hjá www.faroes.be




