Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hýsuprísurin í botni

Oliver Joensen

Hóast væl hevur verið at fingið hjá trolbátunum, so kemur ikki tað heilt stóra burturúr orsakað av prísinum á hýsu.

Hýsuprísurin hevur verið ógvuliga lágur fyri tíðina. Ein keypari keypti 30 tons nú um dagarnar fyri 30.000 krónur.
Trolbátarnir siga, at tað hevur ikki verið so heilt lítið at fingið seinastu tíðina. Men tá størsti parturin av tí teir fáa er hýsa, hildnast peningasíðan ikki so væl.
Vit frætta annars frá Gáshøvda, sum er fremri trolbáturin á myndini, at báturin hevur rigga sera væl síðani hann kom til landið. So at siga ongir trupulleikar hava verið við tí tekniska og tað hevur gingið væl við fiskiskapinum, hóast prísurin á hýsu ger at ikki so nógv sum ynskiligt er komið burturúr peningaliga.