Stabbin á Hellisenda við Borðoyarvík, hevur verið ein “ikon” hjá ættarliðunum síðani kríggið. Fyri stuttum gjørdi lesari okkum kunnugt, at so nógv nú er máðað undan stabbanum, at hann neyvan heldur leingi afturat ímóti ógvusliga briminum ið leikar í har, bert hann lotar á lágætt.
Stabbin á Hellisenda við Borðoyarvík, hevur verið ein “ikon” hjá ættarliðunum síðani kríggið. Fyri stuttum gjørdi lesari okkum kunnugt, at so nógv nú er máðað undan stabbanum, at hann neyvan heldur leingi afturat ímóti ógvusliga briminum ið leikar í har, bert hann lotar á lágætt.
Eg ringdi til Janus Hansen, ið býr tætt við har og bað hann taka nakrar myndir. Hesar myndirnar vísa skilliga, at nógv er fari undan stabbanum, og skal hann blíva standandi, so er helst neyðugt at onkur tekur um endan og fær bøtt upp á støðuna.
Tá hetta kom fram alment, ringdi Jóhan Dávid Joensen úr Noregi og segði frá, at Jógvan Gerðalíð, sáli, einaferð hevði sagt sær, at “nú var søgan um stabban skrivað”. – Vit vendu okkum so til systkinini Henny og Øssur Gerðalíð, og tað var leyst og liðugt beinanveg, at vit kundu fáa hetta brotið úr endurminningunum hjá Jógvan Gerðalíð.
Søguna hevur hann skrivað niður í 2003. Vit endurgeva hana orðarætt her, tó hava vit gjørt nakrar yvirskriftir:
Stabbin á Hellisenda
Nær vit byrjaði at svimja á Borðoyavík minnist eg ikki rættiliga. Men summari 1938 vóru vit so farnir at svimja hvønn morgun áðrenn farið varð til arbeiðis.
Svumu í 14 ár
Um eg minnist allar sum svumu fast øll árini, veit eg ikki, men hesir vóru so í hvussu er í nøkur ár. Nær vit góvust kann eg ikki við vissu siga, men í 1952 vóru vit so ikki givnir.
Teir sum hildu longst á vóru Theodor við Keldu og eg. Nú meini eg við at svimja hvønn morgun, líkindi vóru.
Teir ið við vóru til at byrja hetta, at svimja á Hellisenda vóru, Theodor við Keldu, Jógvan Gerðalíð, Jógvan Skorðheim, Dánjal Dánjalsson, Jens Sofus Isaksen, Erling Høgnesen, Niels Vang, Elmar Gregersen og kanska onkur annar, eg havi gloymt..
Stabbin verður gjørdur
Í samband við svimjingina, lótu vit ein stabba gerða, til eina springfjøl. Hann varð stoyptur og man vera um ein metur høgur. . tvey op eru nær ovara enda til at seta springfjølina í. Annað vatnrætt og hitt ovara eitt sindur hall á, so fjølin fór longur upp á uttara enda, og tá mundu verða einar 3 metrar frá sjónum.
Erling var sum selur í luftini
Jógvan Martin í Niðristovu stillaði upp og vit báðir stoyptu stabban. Eikiplankan fingu vit av bedingini hjá Kjølbro. Hann mundi vara einar 3 metrar langur. Tint út í spíss so hann fjaðraði væl tá vit stóðu og hoppaðu á honum. Men tað var mest bara Erling sum var nóg kønur at kava av honum.
Hetta av, at tað var ov grunt, fyri teir sum ikki dugdu kynstrið. Erling var sum ein selur í luftini, og tá hann stakk seg undir kom hann upp aftur alt í einum.
Vandamikil ítrótt
Eg royndi hetta nakrar ferðir, men tá eg tað einu ferð skuldi kava, kom eg heldur hart at renna høvdið í botn. Eg fekk ógvuliga ilt. Ikki fyrr enn seinni fekk eg at vita hvussu vandamikið hetta er, at koma við høvdinum fyri og stoyta seg á botnin. Hetta kann gerða at tú kemur at fáa so stóran skaða, og verður avlamin.
Henda dagin var fjøra og sandurin nógvur, so ta var ov grunt. Tað er ofta tá lágætt hevur verið og so hann kemur útav, at sandur legst upp.
Hetta varð seinastu ferð eg kavaði út av stabbanum.
Enn hýkur hann
Onkur helt at stabbin fór ikki at standa veturin yvir. Enn hýkur hann. Nú verður hann í summar 2003, 65 ár.
Tað fór at runa nakað tann dagin vit stoyptu, og nakað varð máað undan botninum. Hetta skuldu vit gera tá líkindi vóru.. Onkuntíð munnu tey hava verið, men enn hava vit ikki fingið í lag at hampa hann.
Tó enn stendur hann.
Aðrir royna seg
Hvat fjølin bleiv av, veit eg ikki, men nøkur ár seinni fóru so nakrir unglingar at seta eina fjøl í.
Hon var eisini av bedingini hjá Kjølbro. Leivur Fonn og Janus hjá Alex av Húsum gjørdu hana.
Teir vóru lærlingar á bedingini. Leivur sum altíð skal vera fyrstur, reiv seg úr klæðunum.
Hetta fortelur Janus mær, einaferð vit vóru í 43 ára føðingardegi hjá Zankey Viðstein.
Leivur fer út á fjølina, tekur nøkur fjarðandi hopp og skal so seta tað síðsta avgerandi springið, og bang segði fjølin, og springfjølin og Leivur svumu so kapp undan hvørjum øðrum fyri ikki at nakar skaði skuldi standast av eksperimentinum.
Annar planki kom ongantíð aftur í stabban. Janus man mangan planka hava evna síðan tá og sett á skipaborð, og hevur vist av hesi roynd eisini lært at meta um dygd, men hesaferð bilti..
Sjógvurin er kaldari fyri niðan Eið
Theodor og eg svumu í nakrar vetrar eisini. Dánjal svágur segði fyri mær, at seinni í tíðini svumu hann og Elmar eisini um veturin. Tað er so lítil munur á hitanum her á víkini, summar og vetur. Tað kaldasta vit máldu var – 5 stig.
Eg haldi sjógvurin kemur ikki verða hægri enn 12-13 stig, og tá skal tað vera inni við land, har sólin ger mun.
Fyri niðan Eið, har verður sjógvurin so kaldur, at tað við hvørt frystur. Tað man vera av tí, at har stendur sjógvurin mest sum stillur. Eisini rennur meira vatn á Vánni enn á víkini, í mun til mongdina av sjógvi.
Tað er nógvur munur á frekvensinum, á ljóðinum, í hita, og so tá kaldast er. Tann sum ikki hoyrir tað er ikki nakað serliga mussikalskur.
Í kulda skróvar nógv meira í sjónum, tá tú svimur, enn í hita. Onkur vil ikki trúgva mær. Heldur ikki tá eg sigi at um tú rørir í einum tekoppi við tevatni í, meðan tú hellur mjólk spakuliga í, so dalar tónin munandi. – Lurta bara.
Svam um Víkina
Einaferð vit vóru um at vera lidnir at svimja, tók eg mær fyri at fara at svimja yvir um víkina.
Hinir vóru farnir til hús. Eg var einsamallur eftir. Tað mundi verið mítt síðsta.
Eg setti kós yvir móti Vágkletti. Komin nakað miðskeiðis á leiðini, merkti eg at eg fór at kólna.
Hugsaði hvat eg skuldi gera. Eg var so langt frá landi, at tað visti seg vera líka langt at venda aftur, sum at halda fram.
Eisini vísti tað seg at vera langt beint inn í Flesjarnar. Eg helt so bara áfram, móti Vágkletti.
Eg hevði fingið krampa í fingrar og tær. Tá eg at enda kom inn og upp, var eg so illa komin at beinini vóru líka við at hokna.
Eg fór so niðan á bakkan og royndi hvat eg kundi at koma mær yvir á Hellisenda, og í klæðini og so til hús at fáa hita í kroppin. Men tað skuldi ganga leingi til eg var til passar aftur.
Ringast kom Jógvan Skós burturúr
Eina aðru ferð stóðu vit og ivaðust um tað ikki mundi vera ov mikið av brimi. Men so fóru nakrir útí.
Tað mundi eisini verði galin endi. Meðan vit svimja komu nøkur stór óløgi.
Theodor og eg hildu út móti og kavaðu tá brotini komu, so vit sluppu bara væl burtur úr tí. Verri var við Jens Sofus, hann var so nær við land at hann varð slongdur niðan í mølina, men tað er heilt ófatiligt at hann ikki fekk skaða.
Hann fekk nakrar skoynir her og har, men ikki til bága. Ringast kom Jógvan Skós burtur úr øllum.
Hann var tætt við Hellisenda tá óløgini komu, og var sendur í einum óløgi niðan eftir hellini. Øll onnur liðin var skammfílað, og hann fekk skaða í annað beini. Hann gekk langa tíð í galossjum og kundi ikki fara í skógv.
Vit kavaðu undir brotini
Ein dagin vit svumu, hetta var um heystið. Vit flettu kúgv henda dagin í roykstovuni.
Tað var nakað av brimi, og vit kavaðu undir brotini.
Tað var ofta so nógv trýst á oyrunum at tað súsaði í tá vit komu upp á land. Men henda dagin var reint galið.
Eg kom niðan at fletta kúgv vit høvdu dripið. Komin niðan í roykstovuna, fór eg at fletta, og tá eg helti meg framyvir rann so nógvur sjógvur úr nøsini, at eg tími ikki at siga frá tí, tí eingin trýr mær.
Men høvuðpínan var øgilig. Hetta, at svimja í so nógvum brimi tordi eg ongantíð aftur. So mikið dygt tók tað.
Niels Vang troystaði sær best
Tað at eg var so glaður at svimja var ikki tí at eg troystaði mær nakað serligt. Heldur illa. Fór eg ikki við høvdinum fyri, fór eg ikki útí.
Niels Vang troystaði sær so væl at hann næstan altíð vassaði spakulia út, so langt til hann flotnaði.
Niels Vang var ein sera áhugaverdur persónur. Urtagarðs maður burturav.
Hann hevði við hús síni, eitt tá í tíðini stórt grundstykki, sum hann nýtti út í æsir.
Eg veit ikki um hann hevði dunnur. Tað kundi hent, tí hann hevði mark við Ósánna, men høsn hevði hann tað minnist eg.
Hvørja løtu um tað tíðina, váringin var og út móti vetrinum, var hann har, og ilt er at vita hvussu nógvar tímar hann og kanska Diddan við, puttlaðust har.
Hvussu nógvar malagrótsteinar hann hevur borið úr mølini við handklæðinum tað veit eg ikki, eg haldi at hansara handklæði, hann var jú frammanfyri tíðina, sum man sigur nú, og hevði baðikar, og stórt baðihandklæði. Minnist eg rætt so brúkti hann steinarnar til at stykkja bedini sundur í teigar, ella stykki.
Sálarhirði
Niels var fyri meg góðu stuðul. Altíð glaður, smílandi, hóast álvarsamur.
Hann var eisini sálarhirði. Hvat seyðurin í haganum í Barmi hugsar um fylgið sítt, veit eg ikki. Men ov lítið man eg hava virt tað hann gjørdi fyri ein unglinga, ið fór av landinum.
At Harrin hevur virðismett røktarin, ivist eg onga løtu í. Takk fyri Niels..
Nú var lagamanni at svimja
Tá so svimjihøllin kom, helt eg at nú var lagamanni at svimja, tí nú var vatnið fløtt.
Eg var eina tvær ferðir og so gavst eg. Veit ikki hví, men helt tað vera so tómt, bara at svimja aftur og fram í sama stað.
Nú verður høllin umvæld og kavivippan tann hægsta tikin burtur. Tornið vekk og takið runt eins og á eini barakk. Men eg haldi at hon riggar minst líka gott sum hin.




