Í summar ferð fremsti kristiligi rokkbólkurin í Föroyum, I AM, á konsertferð í Finnlandi og Danmark. Byrjunarskotið til konsertferðina verður latið av á G! Festivalinum leygardagin 17. juli.
I Am spæla harðan melodiösan rokktónleik og hava við sermerktu röddini hjá Birgiri I. Sirgurðssyni og framúr góða guitarleikinum frá Arna Zachariassen vunnið sær ein stóran skara av fjepparum. Umframt hópin av konsertum í Föroyum, hava I AM fleiri ferðir verið á konsertferð kring Norðanlond, eins og teir fara aftur í summar.
Síðan stovnan hevur I AM verið fremsti kristilligi rokkbólkurin í landinum. Fleiri ferðir hava teir verið nummar 1 á 15 teimum bestu, teir vunnu Gospel Prix 2003, eins og teir vunnu sær sæti í Prix Föroyar finaluni í 2001.
I AM hava givið tvær flögur út. CAST í 1999, sum seldi 1500 eintök og xthree.one.four, sum kom út í fjörk, og sum higartil hevur selt útvið 1800 eintök! Við xthree.one.four megnaðu I AM, bæði frá ummælarum og á mannamunni at fáa heiðurin fyri ársins bestu rokkflögu 2003. At I AM bert heilt stutta tíð, eftir at flögan kom út, seldu útvið 1000 eintök, má eisini takast sum váttan um júst hetta. Royal Music hava givið xthree.one.four út í Danmark og flögan hevur fingið fleiri góð ummælir ymsastaðni kring knöttin.
Manningin í I AM telur sangaran Birgir I. Sigurðsson, Eyðbjörn Jacobsen á bass, Heðin A. Olsen tangentar, Hans Ova Johansen trummur og Arna Zachariassen guitar.
Vit ynskja I AM góða eydnu á G! og í hinum norðanlondunum.
Les meira um I AM á:
www.iam.fo
Við heilsan,
G! Festival News
www.gfestival.com




