Harley
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Í Barmi dagin fyri Krúndiamantbrúdleypið

Oliver Joensen

Hagin hjá Jógvani Gerðalíð er sera óhøgligur, men tó bar til at vitja í Barmi í gjár.

Jógvan Gerðalið og konan Astrid, munnu vera vælkend av mongum, tað er óneyðugt at koma nærri inn á her. Men áhugavert var hjá Norðlýsinum at vera við við myndatólinum, tá Jógvan, saman við nøkrum av sínum nærmastu, fór ein túr í Barm, at vitjað hagan har hann hevur gingið síðani hann var smádrongur og sum hann á sinni festið eftir forfedrar sínar.
Hóast túrurin hesaferð var við tyrlu, so vekir slíkur túrur altíð minnir ein hevur verið út fyri, kanska undir umstøðum, sum ikki hava verið so ómakasleysar.
Sum altíð, skrivaði Jógvan í Gestabókina og kravdi, at øll sum við vóru gjørdu tað sama, eisini fólkini frá Atlantic Helicopters.
Fyri stuttum fór Jógvan Gerðalíð um tey níti, og teir munnu ikki vera mangir, undan honum, ið hava vitjað í Barmi eftir at teir eru farnir um tey 90 árini.
Í kvøld er móttøka í Betesda, har krúndiamantbrúðarparið saman við familjuni bjóðar øllum, sum hava hug at heilsa uppá tey, hjartaliga vælkomnum.