Mammurnar fáa ein heilan sunnudag, meðan páparnir fáa ein hálvan gerðandisdag – við ongum páptilboðum, pápakøkum, skrivar ein misnøgdur Pauli í Geil m.a.
Nakrar hugleiðingar um papa dagin nú í hesum javnstøðutíðum.
5. Juni skulu vit halda papadag, hálvur fríðdagur, grundlógardagur, og alltjóða papadagur.
Hetta vísir hvussu okkara javnstøða er hátta, eingin bakari bakar papakøku, eingin blómuhandil ger serligt burtur úr, eingin paparættur á matstovunum, bert hamarar og akkuborimaskinir eru uppá tilboð.
Symbolikkurin er ikki til at misskilja!
Vit eru alvsdjórið og hann í heldur heimið við líkað! – Meira eru vit ikki verdir her í kongaríkinum – ein ½ fríðdag – heim at mála húsini ella hvat annars skal gerðast, javnstøðu politikkurin hevur endiliga sligið ígjøgnum – tillukku kvinnur!
At mammur skulu hátíðarhaldast ein sunnudag og papar ein gerðandisdag er ein sólarklárur symbolikkur, og er ikki til at fara skeivur av. Sjálvandi skal ein góð kona og mamma hátíðarhaldast hvønn dag – lat tað verða sligi fast beinanvegin, men papar eru ikki so nógv verdir – vit kunnu sita og keglast um vit skulu endaliga kasta okkum undur grundlógina ella taka loysing – tað er tað í papadagur okkara leggur upp til, ikki nógv annað!
– Tann stóri meirilutin av papum sum berjist á havinum fyri at kvinnur kunna fáa mæt í munnin og ongantíð eru teir heima papadagin, ongantíð havi hoyrt eitt orð um teir, eingin almennur heiður til teir, nei ikki ein tanki.
Gerð naka føroyskt við papadagin og flyt hann til sjómannadagin, og legg flotan og hátíðarhald so ein sannan papadag, tað ber val til tí fiskidagaárið er útrunnið fyri teir flestu og fiskimennirnir eru teir flestu heima, og uttan fiskimannin og sjómannin høvdu vit einki av tí sum vit hava í dag, líkamikið hvat akademikarnir siga.
Eitt sum eisini má sigast í samband við papadagin, er at vit mugu hava sanna javnstøðu í hesum landið, papar eru familiurættarliga sæð null verdir tað má rættast upp uppá, tað gerð einki um tað feministiska heimsharradømið verður parkera eina løtu – meðan sonn javnstøða koyrd á skinnarar – so vit papar fáa ein dropa av javnstøðu fest niður og útført í handling.
J.Pauli í Geil




